Frá gomlu heimasíðuni

Felagið

Posted Mik, 24/03/2010 – 23:31 by Ejdesgaard

Eitt sindur um felagið



Havnar harmonikufelag varð stovnað 22. oktober 2006 í Havn. Felagið stendur í vøkstri og hevur í dag yvir 30 aktivar limir. Limirnir hava felagsvenjing hóskvøld kl. 19:30 – 22:00 í felagshúsinum á Argjum. Endamál felagsins er m.a. at menna harmonikuspælið, men ikki minst at seta ungar áhugaðar harmoniku-spælarar við og at skapa so góðar karmar sum gjørligt um harmonikuspælið. Um tú ynskir at gerast limur í felagnum so set teg í samband við ein av nevnarlimunum ella húsavørðin. Tú skal verða so hjartaliga vælkomin.

Nevndin

Kári Lamhauge, Formaður

Grønlandsvegur 41

FO-100 Tórshavn

Tlf. 225859

kari@rad.fo

Ingibjartur Madsen, Kassameistari

Á túni 10

FO-340 Kvívík

Tlf. 221352

ingib@olivant.fo

Heðin Samuelsen, Skrivari

Tiltøk og tíðindi
Posted Sun, 15/04/2018 – 07:49 by Heðin S
HH SPÆLIR Á REINSARÍNUMUM 5. MAI 2018. ……Sí annars aðalfundarboð undir menuini “Skiftandi snarboð”!
Trýstið á hjáløgdu mynd!
Preben og Nelli eru komin til lands! Trýstið á myndina, so hon verður størri!
Heimasíðan Harmonikan.dk er dagførd!
Kanska er okkurt har, sum hevur tín áhuga!
vinarliga Heðin 24/12-2015
Jólaborðhaldið verður fríggjakvøldið 20. november 2015 kl. 18 á Argjum. Sum siður er, eiga limirnir at velja sær hvør sítt lag at spæla fyri hinum, tá ið sungið verður. Boða Heðini frá, hvat ið tú ynskir. Kostnaðurin er 200 kr. Føroya Harmonikufelag hevur jólaveitslu í Fuglafirði leygakvøldið 21. november. Har eru okkara limir bodnir við. Farið inn á Facebook ella heimasíðu felagsins ella boða mær Heðini frá, um hetta hevur áhuga.
Aðalfundur verður sunnudagin 2. februar 2014 kl. 15 á Argjum!
Árligi aðalfundur felagsin verður hildin sunnudagin 2. februar 2014 kl.15 í felagshúsunum á Argjum. Dagsskrá eftir lógum felagsins. Formaðurin, sum annars stendur fyri vali til nevndina, ætlar at leggja frá sær sum formaður, men váttar at taka við vali sum nevndarlimur ella varalimur. Annars verður vart gjørt við, at øll uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14. dagar frammanundan aðalfundinum. Við heilsan Nevndin
Vinarliga sendið mær myndir frá jólahaldinum 29. nov. 2013! Adressan er hedinsam@olivant.fo. Um tit trýsta á “Harmonikan.dk” á menuini ovast til høgru, kunnu tit síggja nakrar myndir frá hugnaløtuni!
Jólaborðhald!! Umframt jólaborðhaldið hjá okkum, sum verður fríggjakvøldið 29. november 2013 kl. 18 í hølum felagsins á Argjum, og har kostnaður er 180 kr. fyri smyrjibreyð og drekkivørur undir borðhaldinum og nevndin tekur ímóti tilmeldingum, hevur Føroya Harmonikufelag bjóðað okkara limum við til jólaborðhald á Muntra leygarkvøldið 23. november kl. 19, har borðreitt verður við 3 rættum v.m., og fólk hava harmonikurnar við. Teknið tykkum á 282065 (Kári Mikkelsen) ella 505252 (Sólgerð Andreasen). Kostnaðurin er 275 kr. fyri hvønn (pensionistar hjá FH-felagnum tó 175 kr.) Makar eru eisini vælkomnir. Gevið vinarligast mær (Heðin) eitt prei, so vit vita hvør av øðrum, t.v.s. um tit fara norður! Limafundur hjá Havnar Harmonikufelag verður í felagshúsunum á Argjum hóskvøldið 5. september kl. 19.30 at tosa um skrá fyri veturin. Nýtið høvið til at hava harmonikuna við. Møtið fjølmen!
Næmingar hjá Onnu Hüdepohl spæla jólatónleik í Havnar Kirkju leygardagin 8. desember 2012 kl. 17! Ung, sum eru áhugað í akkordion/harmoniku kunnu tekna seg til spæl hjá Onnu á tlf. 267808.
Jólahald 30. november 2012 kl. 18! 15 menn hugnaðu sær óført!
Sí talvu í felagshúsunum! Kostnaður 175 kr. (fyri smyrjibreyð, drekkivørur og (max.) 4 snapsir og 4 øl). Boðið nevndarlimi frá luttøku!
Nýtt!!! Jyderuptúrur 12. aug — Harmonikudansur í Havnar Klubba 19. mai — Skeið við Torild 16. juni — Lesið meira niðanfyri!
Jyderup
Harmonikufelag Føroya boðar frá, at túrur verður gjørdur til Jyderup festivalin 2012. Farið verður við Norrønu 12. august, har bussur koyrir okkum til Jyderup (og retur). Heimferðin verður 22. august. Tekning á telefon 282065 (Kári Mikkelsen) áðrenn 20. mai. Nærri upplýsingar koma seinni.
Harmonikudansur
verður í Havnar Klubba frá uml. kl. 23 leygarkvøldið 19 mai. Knarkar spæla. Møtið fjølment. Til dansin nýtist ikki at vera klubbalimur.
Skeið við Torild verður í Havn frá 16. – 24. juni í Hoyvíkar skúla.
Torild lýsir dagarnar soleiðis:
Spiller du harmonika og har lyst at forsøge at spille i en rigtig stor gruppe eller orkester?
Så kan du melde dig til – uanset hvilket niveau du befinder dig på! Vi starter med introduktion lørdag den 16. juni kl. 10:00 til 16:00
Her vil du blive sat ind i hvordan du kan lære at læse noder på en sjov og effektiv måde. Deltagerne bliver fordelt i niveaudelte grupper, sådan at du kommer til at overskue og mestre lige det du skal på den stemme, der passer til dit niveau.
Søndag den 17. juni – også fra 10:00 til 16:00, gennemgår og indøver vi melodierne vi skal lære i løbet af ugen. Her vil du komme til at lære en meget effektiv øve teknik, der vil hjælpe dig med at nå resultater på kortest mulig tid.
Tirsdag den 19. og torsdag den 21. om aftenen fra kl. 19:00 til 21:00 mødes vi igen til fællesøvning. Lørdag den 22. kl. 10:00 til 16:00 bruger vi igen til fællesøvning og – Søndag den 23. kl. 10:00, finpudser vi resultatet og forbereder en lille koncert til om eftermiddagen.
Musikken vi skal spille ligger indenfor genren lettere underholdningsmusik i den glade ende 🙂 Alt kursusmateriale udleveres på selve kurset. Så du behøver ikke at afsætte tid inden vi starter, men du skal være forberedt på at du skal øve dig en hel del i løbet af ugen!_ Inkluderet i dette kursus! Deltagerne tilbydes privat undervisning i løbet af ugen. En eller flere lektioner a’ 30 minutter fordeles efter ønske fra mandag til og med fredag. Her kan du få svar på dine spørgsmål (evt. også omkring kursus) samt idéer til hvordan du kan arbejde med din musik fremover._
Underviser: Torild Aasen Torild driver Harmonikaskolen på Sydfyn, som hun startede i midten af 90’erne. Hun er en populær underviser på landsdækkende uge kurser og bliver også tit hentet til dagskurser i harmonikaklubber rundt omkring i Danmark. Torild har specialiseret sin undervisning til voksne amatører, der ofte er startet med at spille i en sen alder og da hun er autodidakt, giver
dette sig udslag i stor forståelse for den enkeltes indfaldsvinkel til instrumentet og dets særheder. Torild er uddannet lærer på Den frie Lærerskole i Ollerup på Fyn. Læs mere om Torild og hendes undervisning på www.harmonikaskolen.dk
Kursusstedet er: Hoyvíkar skúli Privatundervisning finder sted: Oplyses senere Pris:920,-kr. der betales til Regin Jacobsen Tilmelding hjá:Regin Jacobsen, telefon 513949 inden 10. Juni 2012 (= broytt!) Velkommen til en festlig og givende kursusuge!
Vh Sólgerð
Minnist skeiðið í Horne 2012!
Horneskeiðið 2012 verður ley. 30. juni til ley. 7. juli 2012Skeiðið verður skipað á sama hátt sum seinast, bara ein dag longri.Um áhugi er, so vísi hann! Tosað verður eisini millum limir um at taka lut í einum haronikatreffi, møguliga bæði skeiði og móti (treffi), t.e. at leingja eina viku ella so um túrin. Kannið vinarligast møguleikarnar, gerið upp við tykkum sjálvi, hvat ið tit vilja og boðið nevndarlimum frá ynskjunum.Eitt er púra vist, og tað er, at alt sovorðið má fyrireikast í góðari tíð. Nólsoyarskeiðið – Frásøgn og myndirSkeiðið við Torild Aasen í september var sera væleydnað. Teir 20 luttakararnir lata í hvussu er væl at. Nólsoyingar skipaðu fyri dansi leygarkvøldið, har okkara spælarar spældu saman við fleiri nólsoyingum. Væl av fólki dansaðu í góðum hýri til langt út á náttina. Í innkallingarlýsingini, sum stendur her niðriundir, kunnu áhugað lesa um skeiðsinnihaldið!Tær báðar Torild og Ninna Aasen eru sera fegnar um ferðina og hava ætlanir um at koma aftur í juni næsta ár. Torild vildi vera við, at føroysku luttakararnir liggja langt frammanfyri luttakarar, sum hon vanliga hevur á skeiði, bæði musikalskt og í tekniskum førleika, men ónollurnar eru nógvar.Ninna tók nógvar góðar myndir í Føroyum. Tær liggja á www.kvindfolk.dk. Kendi harmonikuleikarin og bassisturin Mogens Bækgaard var her samstundis í meiri enn eina viku at stemma harmonikur. Hann náddi einar 20, og kemur allarhelst aftur seinni.Høvið var eisini at hoyra Mogens spæla bæði á Argjum og í Nólsoy. Maka til leikara skal ein leita leingi eftir.Lesið um harmonikuspælaran og bassistin Mogens Bækgaard og um Jyderup harmonika & Pianoservice á www.harmonikaservice.dk. og/ella keypið CD-skivur, sum hann hevur innspælt! Tað koma tit ikki at angra. Harmonikuskeið 2011!!!!!!!!! (hetta var altso skeiðlýsingin)Harmonikuskeið við Torild Aasen verður frá 16.-18.september í Nólsoy. Skeiðið er fyri limir íFøroya Harmonikufelag og Havnar Harmonikufelag. Hetta ereitt grundskeið, har øll kunnu fáa nakað burturúr.Seinnapart er møguleiki hjá víðarikomnum, sum dugaat lesa nótar, at fáa undirvísing og spæla saman.Kostnaður fyri skeið, uppihald og mat er 500 kr. Tekningá tel. 282066 áðrenn 10. sept. Tey, sum vóru áskeið í Horne, verða biðin um at siga frá, ynskjatey ½ tíma
eykaundirvísing privat. Hetta kostar ikkinakað, men er eitt tilboð frá Torild.Vinarliga SólgerðP.s. sí lýsing av skeiðnum niðanfyriKursus september 2011Nodelære:Med Music Mind Games kan jeg gennemgå nodenavn og deresplacering på nodesystemet samt nodeværdier. Detteforegår ved hjælp af en fantastisk pædagogisk ide somer ved at brede sig over hele verden. I stedet for at terpepå gammel maner, leger man tingene ind. Legen er ligevelegnet til voksne, som til børn.Ved hjælp af materiale, som jeg medbringer, kan vi legemed lyde, bankobrikker og plancher – og uden at man erbevidst om det, har man efter kort tid fået forståelsefor hvordan nodesystemet fungerer.Spilletekniske færdigheder:Motorikken er altafgørende for at kunne mestre etinstrument. Harmonikaen er meget kompleks og krævergrundlæggende bevægelsesmønstre og indøvning iforskellige grader. Mit forslag er, at lave grundtræning,sådan at man lærer hvordan øvning skal foregå, forat mestre bas- og diskantspil med fuld kontrol på sammetid. Bælgkontrol er en meget overset teknik, så dettevil også blive medtaget. Enkle melodier benyttes tilformålet. Om man spiller knapharmonika ellerpianoharmonika, er uden betydning.Mange får problemer med muskler og led pga. forkertindstillede remme og siddehøjde. Jeg vil værebehjælpelig med at få justeret remme og vise hvordantvær-remmen skal sidde og hvorfor. Jeg kan medtage ekstratvær-remme til montering på seletøjet.Dem, der var på kursus i Horne får et tilbud en ca. ½times solo-undervisning, de skal bare forberede hvad deønsker at få konkret hjælp tilMed venlig hilsenTorild Aasen, Accordion og violin í Havnar Kirkju leygardagin 25. juni kl. 12.30.
— DHL-kappping í Føroyum—Gjaldsfreistin hjá Smyril Line er 1. juli! —–Aðalfundurin 1. mai 2011 —-Limatalið veksur! —-Nýtt uppskot til sangir á Danmarkarferðini!Harmonikuspælarar! Komið og hoyrið úrmælingarnar Onnu og AngelikuSaturday 2 5 JuneTÓRSHAVN HAVNAR KIRKJA 11.30 a.m.Anna Hüdepohl (accordion), Angelika Nielsen (violin) FREEMusic by ECCLES, LORENTZEN, BLAK, SANDAGERÐI Thursday 23 JuneKLAKSVÍK SPANIASTOVA 8 p.m.Anna Hüdepohl (accordion), Angelika Nielsen (violin) 100,-Music by ECCLES, LORENTZEN, BLAK, SANDAGERÐI Danmarks Harmonikaspilleres Landsforbundhevur “kapping” fyri føroyskum luttakarum leygardagin 13. mai 2011 í Kommunuskúlaauluni í Havn. Endamálið er ikki at verða betri enn onkur annar, men at fáa eina sakkøna meting av egnu støðu.Áður hava føroyskir næmingar hjá Onnu H. verið til árligu royndina í Danmark, men hesaferð verður dømt í Føroyum.Dómari er m.a. Jytte von Ryden, dosentur í Det Jyske musikkonservatorium.DanmarkarferðinVinarliga gjaldið restupphædd áðrenn freistin er úti, antin hvør sær ella í bólki!Aðalfundurinverður í felagshúsinum á Argjum eftir fundarskrá, sum nevnd er í viðtøkunum (sí hesar á heimasíðuni!)Innkomin mál skulu skrivliga vera nevndini í hendi 14 dagar fyri aðalfundin.Á hvørjum aðalfundi verða valdir 2 nevndarlimir (siðvenja er eisini at velja 2 varalimir).Uppskot til valevni skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.Vælsignaðu møtið fjølment upp. Kanska bjóðar kassameistarin ein bita aftaná, og helst fara vit at “jamma” eisini.Limatalið veksurTríggjar teir seinastu mánaðirnar eru 6 limir komnir afturat: Svend Hentze, Hentzar Hammer, Jens Erik Hansen, Heidi Høgnaberg, Kitty við Garð og Joan Joensen. Damurnar eru allar úr Kollafirði. Hentzar, sum er heimskendur virtuosur í Føroyum, er Tvørámaður, meðan SH og JEH eru havnamenn. Vit ynskja teimum at verða vælkomin í vinaskaran! …..Vit royndu at leggja myndir av teimum inn á hesa heimasíðuna, men tað miseydnaðist vegna plásstrot. Tað man fara at lukkast seinni.Innkomin uppskot til løg og sangir til Danmarkarferðina í juli 2011 (Verða broytt so hvørt luttakararnir semjast um tað) Sí nýtt viðfestið, sum Kristin hevur gjørt, niðast á síðuni!Vit venja dúgliga til ferðina hvørt hóskvøld kl. 19 í felagshúsinum á Argjum. Tann fyrsta tíman leggur Asbjørn teimum minni framkomnu lag á. Framgongdin hevur verið øgilig eftir fyrstu kvøldini. Danmarkarferðin: – Ferðin hjá samskipaða bólkinum
er nú endaliga bíløgd og tilmeldingar til skeiðið innsendar. Onnur áhugað kunnu tó sjálvi tekna seg til skeiðið hetta til 1. apríl og sjálvi syrgja fyri ferðaseðlum. Lesið meira um luttøkuna niðriundir hesum teksti. Tey, sum eru við í bólkaferðini eru hesi 13: Kristin og Nora, Christian og Jacoba, Heðin, Finn, Ivan, Petur (Jensen) Regin, Eyðfinnur, Óli J. og Heidi (Sólgerð fer við flogfari). Av teldutekniskum orsøkum sendir Smyril Line rokningarnar út um eina viku ella so til teir, sum eru undirstrikaðir, og sum síðani geva hinum í bólkinum boð um gjaldingina. Roknast kann við, at 1/4 av ferðaseðlaprísinum skal gjaldast forút. Syrgið fyri, tit sum hava bil við (5 tilsamans), at geva Smyril Line vantandi upplýsingar um bilin! Áheitan um at gjalda fyri skeiðið verður send hvørjum sær sum girokort um miðjan apríl. Goldið eigur at verða í seinasta lagi 1. maj (í ár væl at merkja). NoteWorthy Composer 2.1Í Havnar Harmonikufelag nýta teir flestu limirnir framman fyri nevnda nótaforrit, sum er sera bíligt í mun til onnur, lætt at fáast við og (sum hini) ótrúliga hent at hava,tá tú skalt læra at spæla løg. Øll løg, sum standa undir “Sangir og nótar” á Limasíðuni, verða latin upp við NWC, har fílueftirnavnið er .nwc. Tað kostar 49$ at taka niður á www.noteworthysoftware.com og kann leggjast inn á allar Windows stýriskipanir síðani 1995. Áður kundi ein umframt fáa eina fløgu sendandi fyri 10$, men vit vita ikki, um hetta letur seg gera longur.Heilsan Ingibjartur og Heðin Bowling!Harmonikufelag Føroya bjóðaði Havnar Harmonikufelag av í bowling sunnudagin 28. november 2010, har 20 harmonikufólk tóku lut. Vinnari gjørdist Síimun Dahl úr Klaksvík við 255 stigum við Ísaki Jacobsen beint í hølunum. Ísak fekk 274 stig. Aftaná fingu vit ein stak góðan døgurða aftur við góðum práti og skemti. Sera hugnaligt. Skeið á háskúlanum Diget í summar. Sí undir Greinum!Ummæli av Accordion CD’ini hjá Onnu HüdepohlHetta ummæli stóð í tíðarritinum “Harmonikaspilleren” nr. 1 2010. Anna Hüdepohl: Accordeon.Anna Hüdepohl er født i Kiel i Tyskland, opvokset i Eckernförde og har trådt sine første accordeonskridt i Slevig-Holstenske musikskoler.Hun tog sin uddannelse hos docent Jytte von Rüden på Det Jyske Musikkonservatorium i Århus, hvor hun aflagde musikpædagogisk diplomeksamen i 2004 og debuteredefra solistklassen i 2006.Anna deltog i Coupe Mondiale i København i 2002.Debutkoncerten fandt sted i Musikhuset i Århus hhv. Mogens Dahl Koncertsal i København.Hun underviser nu i accordeon på Færøerne, hvor hun pt. har ca. 25 elever. Den foreliggende CD rummer noget af programmet fra hendes debutkoncert, som jeg også var så heldig at overvære sammen med ca. 150 tilhørere, hvilket efter min ringemening var overraskende mange til en sådan koncert. Genhøret på CD’en giver gode minder om en meget flot debutkoncert.Lad det være sagt med det samme: denne CD rummer musik fra barok til avangarde, så den er sikkert kun interessant for et fåtal af vore læsere, men Anna Hüdepohl er såeminent dygtig, at hun fortjener omtale i vort blad, når der sker noget omkring hende. Hun er en af de absolut bedste accordeonister i Danmark pt.CD’en rummer følgende:- Domenico Scarlatti: Sonate i E dur- Bent Lorentzen: Sifs Guldhår- W. A. Mozart: Andante für eine Walze in eine kleine Orgel- Sofia Gubaidulina: De Profundis- Torbjörn Lundquist: Duell for accordion and percussion ( sammen med Ambjørn Sellin Lebech)- Poul Rovsing Olsen: Without a title- Arne Nordheim: Flashing. Det er store udfordringer for både spiller og instrument, og opgaven bliver løst af begge (instrument og spiller) på fremragende vis. At hendes instrument – en Pigini SuperBayan – klarer kravene er ikke underligt. Der findes næppe bedre instrument. Og efter de indledende bemærkninger kan det ikke undre, at jeg også mener, at Anna klarer udfordringerne på absolut bedste vis. Barokmusikken er komponeret, før accordeonet var opfundet, men jeg tror, at både Scarlatti og Mozart ville nikke bifaldende, hvis de fik muligheden for at høre Annas tolkning af deres værker.De øvrige stykker er mestendels ny musik og/eller avangarde musik komponeret for accordeon. Duellen mellem accordeon og percussion er særdeles spændende og udfordrende, og Gubaidolinas episke essay over salme 140 er så overbevisende tolket, at tilhøreren føler sig hensat til Det Gamle Testamentes tid.Bent Lorentzens Sifs Guldhår er ikke så inciterende
som ”Circus”, som han skrev som pligtstykke til Coupe Mondiale 2002, men han er en af vor tids mest spændende komponister inden for ny musik genren.For elskere af ny musik er CD’en gefundenes Fressen, og den kan bestilles på Annas hjemmeside: anna.huedepohl.de.Egon Ratgen24/11 2010Hs Føroyskir spælarar í fokusKappingin hjá DHL 17. og 18. apríl á Nordfyns Musikskole i SøndersøÍ ”Harmonikaspilleren nr. 2 2010 skrivar formaðurin í Danske Harmonikaspilleres Landsforbund, Alfred Renner m.a. hetta um kappingina: ”Ialt var der tilmeldt 22 solister, 1 duo og 7 orkestre/grupper.Og lad mig allerede her berette om, at vore 5 færøske kandidater kom til at deltage i årets konkurrencer uden at være fysisk til stede. Færingerne var de første, der havde tilmeldt sig til konkurrencerne. Vi havde for længst ordnet alt med indkvartering og deres lærer, Anna Hüdepohl, havde forberedt det hele på det grundigste. Stort var chokket, da det gik op for os, at flyvningen blev indstillet (vegna eldgosið í Íslandi- red.). Vore nordlige venner stod med kufferten pakket og håbede, men lørdag morgen kom det definitive afbud.Hvad gjorde man så. Vi kunne intet gøre, men Anne Hüdepohl gav ikke op. Børnene var klar, de havde glædet sig, de ville spille.Anna kontaktede fjernsynet om at komme at optage de 5 elevers program under vores konkurrencelignende forhold, for derefter at lægge resultatet ud på nettet. På nettet lå så resultatet søndag kl. 15 – under vores festkoncert. Vore to dommere, Jytte von Rüden og Bjarne Glenstrup havde lovet at se velvilligt på fremføringen og to dage senere lå en bedømmelse på DHL’s kontor. Jeg har selv også set fremførelsen – klare video – og audiooptagelser.Diplomer med karakter og udtalelser samt to præmier er for længst sendt til vore gæve venner, der blev meget lykkelige over, alligevel at måtte være med og få en bedømmelse.I DHL siger vi tillykke til Anna og hendes elever med deres gå-på mod og med resultatet, ja og Anna kvitterede med et: Vi kommer til konkurrencerne næste år og vi glæder os allerede. Og her er så resultaterne:For “Solo” gælder, at 20 deltagere i de forskellige niveauer opnåede følgende placeringer:4 spillere opnåede karakteren ”Fremragende”, 12 fik en ”1. karakter”, 3 fik en ”2. karakter” og 1 fik en ”3. karakter”. Fremragende og dermed en pokal (point 10,5-13) opnåede: Brynjolf Bennicke Ernstsson, Færøerne, Katla Berg Joensen, Færøerne, Anne Louise Th. Madsen, Holstebro, Ditte Lykke Hansen, St. Fuglede.For “Duo” gælder, at duoen Stig Anders Larsen og Dominik Kwiecien opnåede et ”Fremragende” og en pokal.For “grupper/orkestre” gælder, at 7 grupper/orkestre i de forskellige niveauer opnåede følgende placeringer:Fremragende opnåede: Juniororkestret, Egtved, Denira, Egtved og Piazzolla-ensemblet fra Slagelse. Der var 1. karakter til Græshopperne fra Fyn, og kammermusikgrupperne Nina Odgaard (harmonika) og Anne Sofie Kyhnau (guitar), samt Katrine Agerskov (harmonika) og Celeste Farschau (violin). Vit í Havnar Harmonikufelag frøðast og ynskja tykkum hjartaliga tillukku við avrikinum! 24/11 2010Hs
Viðfesti
Stødd
Listin hjá Kristin.doc
12 KB
Festina lente (Skunda tær spakuliga)
Greinir, skemt og annað
Posted Mik, 01/12/2010 – 23:09 by Heðin S
Komið við á skeiðið “Livsglædens musik” 3. – 9. juli 2011 á Horne Efterskole!
Skeiðið er í grundini umrøtt longri nirri á hesari síðuni, men verður ikki á “Diget”, men á Horne Efterskole, sum liggur beint við Hirtshals. Lærararnir verða teir,
sum tit síggja á myndini har, pluss Torild Åsen (sum er eitt upplivilsi) og minus Gothard. Leiðari er Kaj Bertelsen, sum eg tosaði við í dag. Hann vil øgiliga fegin
hava føroyingar við og sendir mær tilfar um skeiðið fyrsta dagin. Búð verður á skúlanum í ein- ella tvímanskømurum, ávikavist fyri 3.800 kr. og 3.500 kr. ella
3-4 á einum kamari fyri 3.200 kr.
Her verður nakað at heinta hjá øllum, líkamikið á hvørjum stigi man er. Tað kenni er meg vissan um. Tó er líkt til, at bara tey, sum er grov at spæla, eiga at
fara í bólkin hjá Lars Holm.
Tá ið brochururnar eru komnar, kann eg siga meiri um skeiðið.
Eftirskúlin bjóðar samstundis eitt tekni- og akvarelskeið til – sum tey málbera seg – konur, menn, unnusta(u), vinir og kenningar og fittar grannar hjá harmoniku-
leikarunum.
Eg mæli øllum til at fara (farið sjálvur). Um áhugi er fyri tí, kunnu vit samskipa okkum, t.d. um farið verður við Norrønu.
Eg vænti, at Kaj biður meg greiða tilmeldingarnar. Men tað ber eisini til at ringja til skúlan at fáa tillmeldingarblað, tlf. 0045 98949322 ella at maila til
info@horne.dk. Heimasíðan hjá skúlanum er www.horne.dk.
1/12 2010
Heðin
Skilagóð ráð til harmonikuleikarar
Í danska tíðarritinum ”Harmonikaspilleren” nr. 2, 2010 stendur hesin stubbi, sum er skrivaður í 1952, og sum eg havi týtt:
Eitt sindur speiskliga verður sagt, at eingir harmonikuspælarar gera sama feilin, tá ið talan er um at spæla rætt. Tey flestu tykjast at vera meiri ”upptikin” av nótunum enn at spæla musikalskt.
Víst hevur tað týdning at spæla røttu nótarnar, men teir geva ikki nógva meining, um kenslur og sannføringarmegi ikki eru uppií. Hugsið bara um tað at syngja: Sjálvt um tann, sum
syngur, ber orð og tónar rætt fram, dettur alt til jarðar, um viðkomandi ikki leggur sál og evnir í avrikið.
Oftast er orsøkin til minni gott spæl, at leikarar ikki leggja til merkis framberingarteknini, sum vísa, hvussu ið tónasmiðurin hevur ætlað lagið at verða. T.d. eigur gjølla at verða ansað eftir cressendo- og diminuendo teknunum. Nógvir harmonikuspælarar vilja helst skara framúr við fingrateknikki. Men teknikkur er ikki musikkur í sjálvum sær, men miðil til at náa eitt mál viðvíkjandi tulking av tónleiki. Herðing (accent) og frasan (frasering) mugu heldur ikki gloymast. Handfaring av bjølgi eigur týðandi lut í fraseringum.
Fyrr í tíðini vóru bjølgur og tónavalmøguleikarnir á harmonikum ikki so fullkomin at kunna endurgeva nevndu framberingarhættir í samanbering við nútímans harmonikurnar við teimum nógvu tónalegunum og tónalitunum.
Vit mugu leggja okkum eftir at gera harmonikuspælið til list á sama stigi sum spæl á øðrum ljóðførum, tað verið seg viðvíkjandi klassiskum ella modernaðum tónleiki, og líka mikið um talan er um professionellan ella amatørtónleik. Um ikki annað fyri at bøta um okkara umdømi.
19/11 2010
Heðin S
Harmonikuskeið á háskúlanum Diget
Í juli 2010 vóru undirritaði og Gothard úr Klaksvík á 14 daga harmonikuskeið á háskúlanum Diget, sum liggur 17 km sunnanfyri Skagen. Tað angri eg ikki, tí har var gott at vera og nógv at læra, serliga um tað ein ikki eigur at gera, tá ið man spælir.
Skeiðið var skipað soleiðis, at byrjað varð við morguntúri, svimjing ella løttum fimleiki kl. 7 (ikki tvungið). Klokkan 8 varð etið, síðani møttu vit til morgunsang við onkrari mentaðari framløgu aftaná, og so at spæla til kl.12. Hvílt varð 1 tíma eftir skaffing og so aftur at spæla til kl. 18, um ikki onkur forvitnislig útferð var á skránni. Eftir kvøldmáltíðina vóru hvørt kvøld innsløg av ymsum slag og so sosial samvera, sum sum oftast týddi, at fólk sótu og fingu sær ein kaffimunn ella smápimpaðu, meðan prátið gekk og onkur spældu. Onkuntíð dansaðu vit – t.e. vit og so tey, sum vóru á øðrum skeiðum – til egna spæl, og onkuntíð var skipað fyri fólkadansi.
Hvønn gerandisdag kundu vit, bæði fyrrapart og seinnapart, velja millum 3 bólkar/evni: Samanspæl, svensk og norsk løg, løg hjá Clausen og Petersen, orkestur, Kaj Herman’sa orkestur, kátan tónleik, ymsar rútmur, Music mind games, basspæl, evergreens og Contry. Um vikuskifti var farið til harmonikumót (=treff).
Lærarar vóru Ida Hartlev (festlig bakkasangarindutýpa), Kaj Bertelsen (fittur fýrur, flotta konu), Hermann Gehring frá Ærø (stak livandi eldri maður ið dugdi allar sjómansvísur), Torild Åsen (superlærari, sum heldur vildi hava, at vit vríggjaðu við Måsen, enn at vit trampaðu í takt), Jeannette Andersen (virkuliga stuttlig ung kona) og síðst, men ikki minst: Lars Holm, sum man vera ein av grovastu spælarum og musikkpædagogum í Norðurlondum.
Also: Sera varierandi skeið í allar mátar. Har er okkurt at heinta hjá øllum. Kostnaðurin fyri skeið, gisting í 2-manskømurum og við øllum máltíðum lá um 6.000 kr. fyri 14 dagar.
Tað hevði verið stuttligt og gevandi, um vit vóru fleiri, sum verða við komandi summar, har uppií onkur, sum dugir betri at spæla enn vit. Um onkur umhugsar at fara, boða mær vinarligast frá, so vit kunnu samskipa ferðina.
Annars frættist, at Føroya Harmonikufelag ætlar at fara til Norðurjútlands í summar. Kanska kunnu vit kombinera báðar ætlaninar?
21/11 2010
Heðin S
PS 1) Gloymdi at nevna, at man kann velja millum viku og 2-vikursskeið á Diget, sum ger meiri burturúr í 2011, við tað at hetta er 20. ferð at harmonikuskeið verður á hesum háskúlanum. Fleiri av luttakarunum í ár, hava verið við fleiri ferðir. Onkur øll 19 árini.
PS 2) Víst verður annars til greinina niðanfyri, sum Kaj hevur skrivað, og sum tikin er úr ”Harmonikaspilleren”.
Livsglædens musik på Diget.
I år var det 19. gang der blev inviteret til højskolekursus med harmonikaspil i Vendsyssel. Det var 6. kursus på Diget – højskolen ved Skagen.
Det var fjorten dage med harmonikaspil på mange leder og kanter. På kurserne er der harmonikaspillere, der har spillet fra et år til konservatorieuddannede. Genremæssigt spænder det også vidt: Svenske-, norske- og franskeharmonikatoner, country og cajun, latinamerikanske rytmer og jazz, Edith Pief melodier og meget, meget mere.
Vi havde mange dejlige aftenstunder i pejsestuen med sammenspil, sang og harmonikahygge. Folk mødes på tværs af niveau og interesse, spiller sammen og giver hinanden inspiration. Det var/er netop ideen bag kurserne.
Mandag aften er der det traditionelle folkedansebal, hvor lærerne spiller op til dans. Der bliver danset og grinet. Det er sjovest, hvis folkedansen går lidt skævt!!
Lørdag midt i kurset var der Træf på Diget. Her spillede lokale klubber op til dans i hallen. Man kunne bl.a. møde Maiken & Kenneth, Volstrup Harmonikaklub, Nordenfjords og Kielgasterne. I Pyramiden, som er skolens foredragssal, kunne man høre solister og mindre grupper, som Karin Leer & Finn Hedegård, Chr. Foged fra Århus. Her spillede også nogle af lærerne: Ida Hartlev, Torild & Nina og Lars Holm. Arrangementet var åbent for publikum, og det blev en vellykket aften.
Søndag var der traditionen tro ”Vals ved Østerklit” ved den gamle møllegård i Tversted Klitplantage. Kielgasterne og Torild & Nina spillede op til gammel- og folkedans, og vejret var perfekt til en omgang dans i naturen.
Til næste år er det jo så 20. gangs jubilæum, og det kan jo ikke gå stille af.
Næste års kursus er i støbeskeen, men det vil jeg fortælle mere om i næste nummer af bladet.
Med harmonikærlige hilsner
Kaj Bertelsen

Viðfesti
Stødd
Livsglædens musik-Heðin dansar.jpg
82.03 KB
Lars-Ida-Hermann og Kaj.jpg
73.16 KB
Gothard jammar á Diget.jpg
42.87 KB
Venjingartíðir
Posted Mán, 07/09/2015 – 15:28 by Heðin S
Venjingartíðir
Vant verður nú hvørt mikukvøld frá kl. 19.
Tað ber væl til at gera avtalu við formannin og húsavørðin um aðrar venjingartíðir og at fáa lykil til húsið.
Vinarliga Nevndin
Viðtøkur
Posted Sun, 11/04/2010 – 18:31 by Ejdesgaard
Viðtøkur
Navn felgasins er Tórshavnar Harmonikufelag – Stytt:TH
Endamál felagsins
§ 1
Endamál felagsins er at skapa góðar karmar um virki felagsins og at grundfesta samanhald og ríkt felagslív harmonikutónleiki til frama og til gagns.
Stk. 1
Roynt verður at fremja hesi mál:

  1. Miðvíst at arbeiða fram ímóti at fáa felagnum og limunum so góð hølisviðurskifti sum gjørligt.
  2. At skipa fyri felags tiltøkum so sum samanspæli, felags venjing,frálæru, konsertum, workshops o.ø.
  3. Miðvíst at arbeiði fram móti at seta ungar harmonikuspælarar við. Hesir skulu hava bestu karmar og umstøður at virka undir.
  4. At taka upp samskifti við Tórshavnar Musikkskúla soleiðis at harmonikafrálæra kemur á skránna.
  5. At hava samband og útveksling við harmonikufeløg aðrastaðni í Føroyum og uttanlanda.
  6. At felagið hevur heimasíðu til kunningar og sum glugga útattil.
    Limaskapur
    § 2
    Í felagnum eru vanligir og serligir limir.
    1 stk.
    Rætt til at gerast vanligur limur hevur hvør og ein, sum býr í Tórshavnar Kommunu. Uttanbýggjalimir kunnu gerast serligir limir í felagnum. Serligir limir hava ikki atkvøðurætt og valbæri, men kunnu annars luttaka í øllum felagsins virki á jøvnum føti við vanligu limir. Serligir limir kunnu eftir 12 mánaðar limaskapi søkja um at gesrast vanligur limur. Nevndin tekur tá støðu um upptøku.
    § 3
  7. Sigur limur seg úr Tórshavnar Harmonikufelag, skal hann skrivliga boða nevnd felagsins frá hesum.
  8. Limur, hvørs limagjaldseftirstøða er eldri enn 6 mánaðir, missir limaskapin. Slíkur limur kann bara sleppa aftur í felagið, tá ið eftirstøðan er goldin.
    § 4
    Fullfíggjaður limalisti eigur altíð vera tøkur.
    Limagjald
    § 5
  9. Limirnir – vanligir og serligir limir – gjalda árligt limagjald, sum aðalfundurin ásetur eftir tilmæli frá nevndini.
  10. Ì felagnum kunnu eisini verða stuðlandi, hvílandi limir, sum hava somu rættindi sum serligir limir. Aðalfundurin ásetur stuðulsgjaldið.
  11. stk.
  12. Rokniskaparárið er frá 01.jan til 31.dec.
  13. stk
  14. Limir, ið eru fyltir 67 ár gjalda ½ limgjald. Ung undir 18 ár, ið er lønarleys og í útbúgving gjalda somuleiðis ½ limagjald.
    Arbeiðsnevndir
    § 6
  15. Nevnd felagsins kann seta arbeiðsnevndir at røkja ymisk áhugamál hjá felagnum.
    Aðalfundurin
    § 7
  16. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
  17. stk.
  18. Felagsnevndin boðar til regluligan ársaðalfund á hvørjum vári. Aðalfundurin verður lýstur í fjølmiðlunum og á heimasíðu felagsins í minsta lagi 3 vikur frammanundan.
  19. Fundarskrá og innkomin mál verður at lesa á heimasíðu felagsins 8 dagar fyri aðalfundin.
  20. stk.
    Ársaðalfundurin hevur hesa fundarskrá:
  21. Setan.
  22. Velja fundarstjórn.
  23. Ársfrágreiðing.
  24. Leggja fram grannskoðaðan roknskap.
  25. Áseta limagjald.
  26. Velja løggildan grannskoðara.
  27. Innkomin mál.
  28. Nevndarval.
  29. Ymist.
  30. stk.
  31. Møttu limirnir velja fundarstjórn: orðstýrara, skrivara.
  32. stk.
  33. Innkomin mál skulu skrivliga vera nevndini í hendi 14 dagar fyri aðalfundin.
  34. stk.
  35. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur.
  36. stk.
  37. Á aðalfundi kann bara avgerð verða tikin í málum, ið standa á fundarskránni og broytingaruppskot, ið standast av slíkum. Atkvøðugreiðslan á aðalfundinum er skrivlig.
  38. stk.
  39. Allar avgerðir verða samtyktar, tá ið meirilutin av greiddum atkvøðum er fyri uppskotinum,. Atkvøður, sum eru fyri ella ímóti uppskoti, eru greiddar atkvøður. Blankar og ógildar atkvøður telja ikki við.
  40. stk.
  41. Eykaaðalfundur verður, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið í minsta lagi ein fimtingur av vanligu limunum krevur tað og boðar frá, hvørji mál, ið skulu verða viðgjørd. Í hesum føri skal fundurin vera 1-3 vikur eftir, at áheitanin er komin til nevndina.
  42. stk.
  43. Gerðabókin skal liggja frammi til skoðan á aðalfundi.
    Nevndin
    § 8
  44. stk.
  45. Í nevnd felagsins sita formaður, skrivari og kassameistari.
  46. Kassameistarin skal føra roknskap í samband við fíggjarviðurskifti felagsins.
  47. Skrivarin skal føra gerðabók um virksemi felagsins.
  48. stk.
  49. Á hvørjum aðalfundi verða valdir 2 nevndarlimir.
  50. Nevndin skipar seg sjálv og tekur við eina viku eftir valið.
  51. Valevni og limir skulu vera 18 ár ella eldri og limir í felagnum.
  52. stk.
  53. Uppskot til valevni skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfindin.
  54. Valevnini skulu verða kunngjørd limunum saman við fundarskránni.
  55. stk.
  56. Nevndin verður vald við atkvøðuseðli.
  57. Hvør limur – við atkvøðurætti – sum er møttur á aðalfundinum, hevur rætt til at velja.
  58. Á atkvøðuseðlinum skulu skrivast 2 ymisk nøvn. Tey 2, sum hava fingið flestar atkvøður, eru vald í nevndina, og tey 2, sum koma næst í atkvøðutali, eru tiltakslimir.
  59. Stendur á jøvnum, verður lutakast.
  60. stk.
  61. Á aðalfundinum verður granskoðari valdur.
    § 9
  62. Serligir limir havi ikki valbæri og valrætt.
    § 10
  63. stk.
  64. Nevndin hevur ábyrgdina av dagligu umsiting felagsins. At taka sær av hesum kann hon seta arbeiðsnevndir. Nevndin er bundin av felagsins lógum og aðalfundarviðtøkum, men,hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið í øllum fíggjarligum viðurskiftum t.d. keypa/selja leysafæ/fasta ogn, veðseta, borga o.s.fr. innan ein fíggjarkarm áljóðan 15.000 kr.
  65. stk.
    Felagið er bundið við undirskriftini hjá formanninum og einum nevndarlimi. At selja ella keypa fasta ogn, veðseta og borga, krevst undirskrift frá formanni og 2 nevndarlimum.
    § 11
  66. stk.
  67. Nevndin heldur fund, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið í minsta lagi 2 nevndarlimir krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið teir vilja hava viðgjørd. Í hesum føri skal fundurin verða hildin seinast 1 viku eftir, at áheitanin er komin.
  68. Formaðurin stýrir nevndarfundunum, og berst honum frá tekur skrivarin við.
  69. stk.
  70. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 2 limir eru á fundi. Eingin avgerð kann verða tikin, uttan í minsta lagi 2 limir atkvøða fyri. Berst einum nevndarlimi frá at møta, tekur nevndin við atkvøðugreiðslu avgerð um, nær fyrsti tiltakslimur skal møta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða í meirilutanum.
  71. stk.
  72. Ber nevndarlimi ikki til at luttaka í nevndararbeiðinum, skal fyrsti tiltakslimur møta í hansara stað.
  73. stk.
  74. Allar avgerðir verða førdar í gerðabók. Nevndarlimirnir, ið vóru á fundi, skriva undir hana.
  75. stk.
    Avrit av umsóknum, bønarbrøvum og øðrum týdningarmiklum brøvum, sum felagið sendir, verða goymd í skjalasavni felagsins.
    Roknskaparárið
    § 12
  76. stk.
  77. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
  78. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram á aðalfundinum.
    Felagsslit
    § 13
    Felagið kann verða slitið (avtikið)á regluligum aðalfundi, tá ið tað frammanundan er gjørt limunum kunnugt, og bara tá ið 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri. Eru ikki nóg nógvir limir á fundi, má verða lýst til nýggjan fund við 2 mánaða ávaring, og ræður har meirilutin av greiddum atkvøðum. Á hesum aðalfundi verður tikin avgerð um, hvat ið gjørt skal verða við ognir felagsins, og ræður her aftur meirilutin av greiddum atkvøðum.
    Viðtøkubroytingar
    § 17
    Hesar viðtøkur kunnu bara verða broyttar á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi, og bara tá ið 2/3 av teimum møttu limunum, ið atkvøðurætt hava, atkvøða fyri.
    Gerðabókin
    Posted Frí, 13/05/2011 – 16:14 by Heðin S
    Síðan er skipað soleiðis, at nýggjastu fundirnir standa aftast!
    Aðalfundur 22. oktobur 2006 í BrúnaSkúla kl. 16.00
    Áhugaðir harmonikuleikarar í Tórshavn høvdu lýst í bløðunum og innkallað til stovnadi aðalfund við tí endamáli at seta á stovn eitt harmonikufelag í Tórshavnar Kommunu.
    Hesir møttu á fundi: Nick Thomsen, Ivan Johansen, Niels Olsen, Kári Lamhauge, Árni Brekku, Kristin Gærdbo, Christian Jensen, Ásbjørn Petersen. Nick opnaði fundin og beyð vælkomin og legði fram upskot til viðtøkur felagsins. Ivan læs § upp og vóru tær allr einmælt samtyktar.
    Kl. 17.30 varð stovandi aðalfundur settur eftir fundarskánni:
  79. Nick Thomsen varð valdur til fundarstjóra
  80. Ivan varð valdur skrivari
  81. Ársfrágreiðin eingin (stovnadi aðalfundur)
  82. Granskoðaður roknskapur eingi ( stovnadi aðalkfundur)
  83. Limagjaldi varð einmælt sett til kr. 300 um árið fyri vanligar limir við teim frávikum , sum eru nevnd í §5 stk. 2 í viðtøkunum.
  84. Kári Lamhauge varð einmælt valdur til grannskoðara
  85. Innkomin mál : eingi.
  86. Nevndarval av 3 nevndarlimum og 2 eikalimum. Atkvøtt varð við atkvøðuseðli. ì nevndina komu: Kristin Gærdbo, Ivan Joahnsen og Asbjørn Petersen (Lutakast millum Asbjørn og Nick). Eikalimir gjørdust Niels Olsen og Nick Thomsen.
  87. Undir ymiskum vóru allir limir samdir um at leggja alla orku í at fáa felagið í gongd á besta hátt. Nevdarfundur varð avtalaður at verða fyrstu viku eftir fundin, og at nevndin á hesum fundi fór at skipa seg. Avtalað varð eisini, at aðalfundurskuldi verða á várið, helst í mars manaði, go at innkallast skuldi til fyrsta aðalfund í mars 2007.
    Fundur lokin kl. 19.00.
    Havnar Harmonikufelag
    Ársaðalfundurin varð hildin leygardagin 23. oktober 2010 kl. 17 í felagshúsinum á Argjum.
    Møttir vóru 10 limir (av 31) og fór fundurin fram eftir fundarskránni, § 7,2 í viðtøkunum:
    Formaðurin, Ivan Johansen setti fundin, var orðstýrari og las árfrágreiðing upp, har nevnd vórðu m.a. tiltøk, sum felagið hevði tikið lut í farna ári, og at sáttmálin um leigu av húsinum á Argjum gongur út 1. mars 2011.
    Ingibjartur Madsen legði ársroknskapin fyri 2009 fram, eftir hvørjum inntøkurnar vóru kr. 22.200 og kostnaðurin kr. 11.493,02, av hesum olja kr. 9.003,92 (1937 litrar). Eginpeningur pr. 31/12 2009 var kr. 33.360,96. Roknskapurin varð einmælt samtyktur.
    Samtykt varð at hava sama árligt limagjald.
    Grannskoðarin, Birgir av Vollanum, varð afturvaldur.
    Eingi mál vóru innkomin at viðgera.
    Ein nevndarlimur stóð fyri vali hesa ferð, og varð Heðin Samuelsen skotin upp og einmælt valdur.
    Undir ”ymiskum” takkaði formaðurin Poul Dam fyri gott arbeiði og samstarv. Annars varð tosað um ………..ja, um ”ymiskt”.
    Fundur lokin
    Ivan Johansen, formaður Ingibjartur Madsen, kassameistari Poul Dam, skrivari
    P.S. Eftir fundin fingu fundarfólk gott smyrjibreyð og hóskandi nøgd av vætu at skola niður við, áðrenn menn settust at jamma.
    Havnar Harmonikufelag
    Ársaðalfundurin varð hildin sunnudagin 1. mai 2011 kl. 17.30 í felagshúsinum á Argjum.
    Møttir vóru 17 limir (av 38) og fór fundurin fram eftir fundarskránni, § 7,2 í viðtøkunum:
    Formaðurin skjeyt Heðin Samuelsen upp sum orðstýrara. Samtykt.
    Ivan Johansen las árfrágreiðing upp, har nevnd vórðu m.a. tiltøk, sum felagið hevði tikið lut í farna árið, nýggja sáttmálan um leigu av húsinum á Argjum, fyribils frá mars í ár og 3 ár fram, og frøddist um at fólk vóru farin at taka seg meiri í bólkar at spæla, um vaksandi limatal, um heimasíðuna, um Danmarkarferðina 1. juli komandi og um góða samstarvið í nevndini. Nevndi møguleikan at hava aðalfundin í fastari legu, t.d. í januar á hvørjum ári.
    Heðin Samuelsen legði, ístaðin fyri Ingibjarta, sum er burturstaddur, ársroknskapin fyri 2010 fram, eftir hvørjum inntøkurnar vóru kr. 10.634,51 og kostnaðurin kr. 18.015,22, av hesum olja kr. 10.001,03 (1693 litrar). Eginpeningur pr. 31/12 2010 var kr. 25.926,82. Roknskapurin, sum var vorðin settur øðrvísini upp (moderniseraður) varð einmælt samtyktur.
    Samtykt varð, at hækka limagjaldið hjá ”pensionistunum” úr 150 til 300 kr. um árið. Annars óbroytt limagjald.
    Grannskoðarin, Birgir av Vollanum, varð afturvaldur.
    Eingi mál vóru innkomin at viðgera.
    Ivan og Ingibjartur stóðu fyri vali og vóru einmælt afturvaldir. Somuleiðis gjørdust tiltakslimirnir teir somu, nevniliga Kristin og Niels.
    Undir ”ymiskum” var lívligt prát, serliga um, hvussu inntøkurnar kunna økjast fyri m.a. at kunna gera musikkstovuna betri útgjørda. Nevndir vóru fleiri møguleikar: Bingo í Kollafirði (Jóannes skuldi kanna hølismøguleikarnar), Sølubúð, tá ið bryggjudansur var, harmonikucafé, tiltak á Argjum í samb. við Róðrafelagið ella AB (Svend Hentze skuldi kanna málið) og Smyrilstúr.
    Fundur lokin
    Ivan Johansen Ingibjartur Madsen Heðin Samuelsen
    Formaður Kassameistari Skrivari
    P.S. Eftir fundin fingu fundarfólk gott smyrjibreyð og hóskandi nøgd av vætu at skola niður við, áðrenn limir settust at jamma(jarma/jamra). Alt í alt ein sera væleydnaður dagur.
    Viðfesti
    Stødd
    Nevndarfundur 8 nov 2010.pdf
    48.89 KB
    Snarboð
    Posted Mán, 26/03/2018 – 09:57 by Heðin S
    Aðalfundur fyri 2017 verður 25. apríl kl. 18 ….lesið víðari!
    Aðalfundur hjá Havnar Harmonikufelag verður í Andrassarstovu á Argjum mikudagin tann 25. apríl 2018 kl. 18 – ein tíma áðrenn venjing. Skrá sambart viðtøkum felagsins.
    Vegna nevndina
    Jaspur
    Aðalfundurin fyri árið 2016 – Útsettur til 24/5
    verður hildin mikukvøldið 24. mai kl. 18.00 í felagshúsinum á Argjum. Dagsskráin verður samb. viðtøkunum.
    Á aðalfundinum eiga Heðin og Kári tørn at fara úr nevndini fyri møguliga at lata seg stilla upp aftur. Bæði Ingibjartur og Heðin hava sagt seg vilja sleppa úr nevndini.
    Uppskot er komið um at vent verður aftur til gomlu skipanina, nevniliga ta, sum er eftir viðtøkunum, har nevndin er formaður, skrivari og kassameistari + 2 eykavaldir.
    Biðið verður sostatt um uppskot um 3 nevndarlimir og 2 eykafólk. Uppskot um hesar og uppskot annars eiga eftir viðtøkunum at verða nevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.
    Minnist til at gjalda møguligar limagjaldseftirstøður á 150 kr. Kontonr. 00091811608462,
    Við vón um fjølmentan fund
    Nevndin
    Føroya Feitasta Harmonikutreff 2016 í Fuglafirði – 2. sept. 2016
    Havnar Harmonikufelag mælir sínum limum og øðrum at vísa áhuga og samhuga við tiltakinum, m.a. við at verða við og at bíleggja atgongumerki í góðari tíð, so at fyrireikarin, Harmonikufelag Føroya, fær eitt betri grundarlag fyri fyrireikingunum!
    Hetta tiltakið, sum byrjaði eitt sindur trilvandi í 2014, men sum menti seg til eina virkuliga góða uppliving í 2015, er sera týðandi fyri harmonikuspælið í Føroyum og eisiini fyri útlendingar, tí at góðskan er á høgum stigi.
    Tú fært atgongumerki á www.biletto.dk fyri 400 kr., um tú bíleggur áðrenn 1. januar. Tað er 200 kr. minni enn kostnaðurin seinni.
    Aðalfundurin fyri 2014 (tekstur broyttur 27-04-2015)
    verður hildin mikukvøldið 6. mai kl. 18.00 í felagshúsinum á Argjum. Dagsskráin verður samb. viðtøkunum.
    Á aðalfundinum stendur Heðin fyri vali umframt 2 tiltakslimir og grannskoðari. Uppskot er komið um møguliga at velja ein fjórða nevndarlim.
    Uppskot um onnur val av hesum – og um møgulig onnur mál – kunnu verða løgd fram á fundinum.
    Á fundinum biðir nevndin um góðkenning av, at hon hevur broytt limagjaldið til 150 kr. um árið.
    Av serligum málum verður kjak um, hvussu vit skulu halda 10-ára dagin 22. oktober 2016.
    Minnist til at gjalda limagjald, sum so statt fyri 2014 eins og 2015 er 150 kr. fyri árið! Konta í Eik nr. 9181 160.846.2.
    Preben og Nelli eru á veg til Føroya aftur!
    Sí www.harmonikan.dk ella www.harmonikan.org!
    Asbjørn farin
    Asbjørn andaðist leygardagin 22. mars 77 ára gamal. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hann var ídnasti og trúgvasti limurin í Havnar Harmonikufelag. Altíð fúsur at spæla bæði við okkum og fyri øðrum, eitt nú teimum gomlu á Lágargarði. Og altíð fúsur at læra frá sær og at hjálpa nýkomnum limum við stórum tolni. Tað finnast fáir føðilandssangir og sjómannavísur, sum hann ikki dugdi at syngja og spæla. Hann var kollfirðingur, føddur í Kvívík og búgvandi seinnu árini í Havn. Í seinastuni búði hann á Lágargarði saman við konuni Minnu. Har vandu vit , 6-8 mans, hvørt mikukvøld undir hansara leiðslu og spældu av
    og á fyri teimum gomlu. Asbjørn var ein av stovnarunum í 2006 av Havnar Harmonikufelag og vinarligur og hugnaligur maður at vera saman við. Á Lágargarði sóu vit, hvussu góð tey nærmastu vóru við hann. Við takksemi fara vit at minnast hann og hava samkenslu við tykkum, sum hava mist.
    Føroya Harmonikufelag bjóðar øllum limum í Havnar Harmonikufelag at verða hjartaliga vælkomnir at luttaka í hugnanum á Tvøroyri 1. februar.
    Farið verður suður friggjakvøld og norður aftur sunnudag.
    Myndir av nevndarlimum
    Posted Frí, 25/02/2011 – 17:10 by Heðin S
    Slóðir
    Posted Hós, 06/01/2011 – 13:36 by Anonymous
    Dansk Harmonika og spillemandsforening Dansk Harmonikaspillers Landsforbund Sveriges Dragspelares Riksföbund Tom´s Harmonikacenter
    Nygammalt – det norske harmonikablad Aage Jensen Alfred Christensens Musikhandel John Godtfredsen Musik Notebutikken Odense Harmonika
    Center Tom og Jørgens Harmonikaer Knudsø Musikimport Binslev harmonikatræf Dragstrup Harmonikatræf Harmonika Træf 10
    Jammerbugt Harmonikatræf Jyderup Harmonikafestival Ærø Harmonikafestival Skive harmonikatræf Sydfyns Harmonikatræk
    Præstø Harmonikaforening Bogense Harmonikatræf Harmonika Eksperten