Tiltøk upp til jóla

Nú byrja HHF-kvøldini aftur í Tilhaldinum. Komandi mikukvøld tann 24. november er seinasta mikukvøld í november mánaða í ár, og tá gera vit álvara av ætlanini um at hava opið hús í Tilhaldinum ein tíma frá 20.30 til 21.30 til hugna og dans, meðan vit spæla og syngja.

Hóskvøldið 9. desember eru vit bidnir um at spæla til jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum, sum verður í Dansifrøi og byrjar kl. 18. Vónandi kunnu teir flestu verða við. 

Vit hava fingið nokk so góða undirtøku til jólaborðhaldið  hjá HHF 11. desember kl.19 í Tilhaldinum, men enn er onkur, sum helst fer at  koma við, men kanska hevur gloymt at melda til. Hetta er ein varlig áminning. Tó so, tað ber eisini til at koma til jólaborðhaldið, um ein ikki hevur meldað til enn, men ger tað seinni, eventuelt munnliga nakrar dagar áðrenn borðhaldið. 

Tiltøkini hjá okkum eru treytaði av, at koronasmittan í landinum ikki er á smittustigi 3, teir dagarnar vit ætla at hittast. Nevndin roknar við, at allir aktivir HHF-arar eru koppsettir minst tvær ferðir fyri korona og kunnu vísa framm koronapass, um biðið verður um tað. Um onkur ikki er koppsettur, verður hann biðin um at lata seg koronatesta í fyrsta lagi 72 tímar, áðrenn vit spæla og í seinasta lagi dagin fyri, vit spæla. Hetta verður eisini galdandi fyri gestirnar til dansikvøldið og til jólaborðhaldið. Annars verða almennu tilmælini fylgd.

Vinarliga
Nevndin.