Søgan

Gerðabókin

Aðalfundur 22. oktobur 2006 í BrúnaSkúla kl. 16.00

Áhugaðir harmonikuleikarar í Tórshavn høvdu lýst í bløðunum og innkallað til stovnadi aðalfund við tí endamáli at seta á stovn eitt harmonikufelag í Tórshavnar Kommunu.

Hesir møttu á fundi: Nick Thomsen, Ivan Johansen, Niels Olsen, Kári Lamhauge, Árni Brekku, Kristin Gærdbo, Christian Jensen, Ásbjørn Petersen.   Nick opnaði fundin og beyð vælkomin og legði fram upskot til viðtøkur felagsins. Ivan læs § upp og vóru tær allr einmælt samtyktar.

Kl. 17.30 varð stovandi aðalfundur settur eftir fundarskánni:

  1. Nick Thomsen varð valdur til fundarstjóra 
  2. Ivan varð valdur skrivari 
  3. Ársfrágreiðin eingin (stovnadi aðalfundur) 
  4. Granskoðaður roknskapur eingi ( stovnadi aðalkfundur) 
  5. Limagjaldi varð einmælt sett til kr. 300 um árið fyri vanligar limir við teim frávikum , sum eru nevnd í §5 stk. 2 í viðtøkunum. 
  6. Kári Lamhauge varð einmælt valdur til grannskoðara 
  7. Innkomin mál : eingi. 
  8. Nevndarval av 3 nevndarlimum og 2 eikalimum. Atkvøtt varð við atkvøðuseðli. ì nevndina komu: Kristin Gærdbo, Ivan Joahnsen og Asbjørn Petersen (Lutakast millum Asbjørn og Nick). Eikalimir gjørdust Niels Olsen og Nick Thomsen.
  9. Undir ymiskum vóru allir limir samdir um at leggja alla orku í at fáa felagið í  gongd á besta hátt. Nevdarfundur varð avtalaður at verða fyrstu viku eftir fundin, og at nevndin á hesum fundi fór at skipa seg. Avtalað varð eisini, at aðalfundurskuldi verða á várið, helst í mars manaði, go at innkallast skuldi til fyrsta aðalfund í mars 2007.

Fundur lokin kl. 19.00.