Viðtøkur

Viðtøkur

§ 1 Navn

Navn felagsins er: “Havnar Harmonikufelag” stytt “HHF”.

Heimstaður felagsins er: Tórshavn.

§ 2 Endamál

Felagið er áhugafelag, og endamál felagsins er at stuðla og menna harmonikuspæl og áhugan fyri harmonikutónleiki.

§ 3 Limaskapur

Øll við áhuga fyri harmonikutónleiki kunnu gerast limir við at gjalda limagjaldið.

Er limagjaldið ikki goldið í tvey ár, verður limurin strikaður.

Limur, ið mótarbeiðir áhugamálum felagsins ella á annan hátt skaðar umdømi felagsins, kann verða strikaður sum limur av nevndini.

Í ivamálum um limaskap, tekur nevndin endaliga avgerð.

§ 4 Skipan felagsins

Felagið verður stýrt av eini 3-manna nevnd, ið skipar seg sjálv við:

  • Formanni, ið skipar nevndararbeiði og er orðførandi fyri felagið
  • Skrivara, ið dagførir gerðabókina
  • Kassameistara, ið heldur roknskapin hjá felagnum og dagførir limalistan.

Roknskaparárið er frá og við 1. januar til og við 31. desember.

Gerðabókin skal liggja frammi til skoðan á aðalfundinum.

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Aðalfundurin skal fráboðast limunum ein mánað frammanundan á heimasíðu felagsins og við telduposti.

Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári, helst í apríl, við hesi skrá:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
  2. Formaðurin greiðir frá farna ári
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  4. Val av nevndarlimi og eykanevndarlimi
  5. Val av grannskoðara
  6. Ásetan av limagjaldi
  7. Innkomin mál
  8. Ymiskt

Fundurin hevur avgerðarrætt, uttan mun til tal av møttum limum.

Vanligur meiriluti er galdandi, tó krevst 2/3 av møttum limum í meiriluta um lógarbroyting skal fremjast.

Aðalfundurin ger av, nær atkvøðugreiðsla á aðalfundi skal verða skrivlig. Uppskot, sum ikki eru nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin, kunnu ikki koma til avgreiðslu. Tó er uppstilling av valevnum undantikin.

Valevni og nevndarlimir skulu vera 18 ár ella eldri og limir í felagnum.

Meirilutin í nevnd felagsins skal til eina og hvørja tíð vera búsitandi í Tórshavnar kommunu.

Ein nevndarlimur og ein eykanevndarlimur standa fyri vali hvørt ár. Tó kunnu tey verða afturvald á aðalfundinum.

Nevndarlimirnir standa fyri vali eftir eini rullandi skipan og koma sostatt at sita í nevndini í 3 ár ísenn.

Eykanevndarlimir standa fyri vali annað hvørt á upp á skift.

Nevndin teknar felagið og hevur dagligu leiðsluna av felagnum.

Nevndin hevur avgerðarrætt í øllum málum, sum ikki nýtast at koma fyri á aðalfundi.

Kallað kann verða inn til eyka aðalfund, um meirilutin í nevndini, ella 1/3 av limunum krevja tað, og skal fráboðað verða til eyka aðalfund uttan drál, 14 dagar áðrenn ásettan dag.

§ 5 Avtøka av felagnum

Felagið kann bert avtakast við tveimum aðalfundaravgerðum við minst 2/3 í meiriluta av møttum limum.

Verður felagið avtikið, fella ognir tess til Reyðakross Føroya.

Viðtikið á aðalfundi 17.04.2024 við 17 atkvøðum fyri av 21. Viðtøkur frá 2019 fara hervið úr gildi.

Nevndin:

Sign. Steingrím Abrahamsen

Sign. Georg Egholm

Sign. Ísak N. Jacobsen