Viðtøkur
Viðtøkur
§ 1 Navn
Navn felagsins er: Havnar Harmonikufelag, stytt, HHF
Heimstaður: Tórshavnar Kommuna
§ 2 Endamál
Felagið er áhugafelag, og endamál felagsins er, at stuðla og menna harmonikuspæl og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum.
§ 3 Limaskapur
Øll við áhuga fyri harmonikutónleiki við bústaði í heimstaðarkommununi ella grannakommunum, har einki lokalfelag er, kunnu gerast limir við at gjalda limagjaldið.
Formaður / forkvinna í lokalfelag kann gerðast limur og kann møta á aðalfundi, men hevur ikki atkvøðurætt.
Er limagjaldið ikki goldið í tvey ár, verður limurin skrásettur sum óvirkin. Óvirkin limur kann møta á aðalfundi, men hevur ikki atkvøðurætt. Er ivamál kann nevndin taka endaliga støðu um limaskap.
§ 4 Skipan felagsins
Felagið verður stýrt av eini 3-manna nevnd, ið skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Roknskaparárið er frá 01. januar til 31. december. Gerðabókin skal liggja frammi til skoðan á aðalfundinum. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin skal fráboðast limunum ein mánað frammanundan, á heimasíðu felagsins og við telduposti. Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári, helst í apríl, við hesi skrá:
- Val av orðstýrara og fundarskrivara
- Formaðurin greiðir frá farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Val av nevnd og eykanevndarlimi
- Val av grannskoðara
- Ásetan av limagjaldi
- Innkomin mál
- Ymiskt
Fundurin hevur avgerðarrætt, uttan mun til tal av møttum limum. Vanligur meiriluti er galdandi, tó krevst 2/3 av møttum limum í meiriluta, um lógarbroyting skal fremjast.
Orðstýrarin ger av, nær atkvøðugreiðsla á aðalfundi skal verða skrivlig. Uppskot, sum ikki eru nevndini í hendi, seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin, kunnu ikki koma til avgreiðslu, tó er uppstilling av valevnum undantikin.
Valevni og nevndarlimir skulu vera 18 ár ella eldri og limir í felagnum. Tveir nevndarlimir og ein eykanevndarlimur standa fyri vali annað hvørt ár og ein nevndarlimur og ein eykanevndarlimur standa fyri vali árini har ímillum. Nevndarlimir og eykanevndarlimir eru valdir fyri 2 ár.
Nevndin teknar felagið og hevur dagligu leiðsluna av felagnum. Nevndin hevur avgerðarrætt í øllum málum, sum ikki nýtast at koma fyri á aðalfundi. Til keyp og sølu av fastari ogn, og skuldbinding av felagnum, yvir 15.000 krónur, krevst aðalfundargóðkenning.
Kalla kann verða inn til eyka aðalfund, um meirilutin í nevndini, ella 1/3 av limunum krevja tað. Fráboðað skal verða til eyka aðalfund uttan drál 14 dagar áðrenn ásettan dag.
§ 5 Avtøka av felagnum
Felagið kann bert avtakast við tveimum aðalfundaravgerðum við minst 2/3 í meiriluta av møttum limum. Verður felagið avtikið, fella ognir tess til Reyðakross Føroyar.
Viðtikið á aðalfundi 10.04.2019. Viðtøkur frá 2006 fara hervið úr gildi.
Nevnd:
Sign. Stig Thomassen
Sign. Georg Egholm
Sign. Jaspur Petersen