Felagssangur og Dansur 29. februar 2020 Published 20. February 2020 | By Isak Havnar Harmonikufelag kemur 29. februar 2020 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í SALT á Tvøroyri.Byrjað verður kl. 20.Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur, seinni partur av kvøldinum verður dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Her er gilt høvi til eitt hugna-, sang-, og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.