Tíðindir

Dagførd skrá

Dagførd 21. juni 2021.

Skrá fyri summarið og heystið 2021 sær soleiðis út:

29. juni 2021 kl.: 10:00 Sangløta á Finsen. Tilhaldið skipar fyri. 

3. juli 2021 kl.: 19:00 Reinsaríið Tórshavn.

17. juli 2021 Eydnan á Oyrarbakka (er útsett til 13. november 2021).

28. juli 2021 (Ólavsøkuaftan) verður spælt á fýra røktarheimum.

28. august 2021 kl.: 20:00 Sjónleikarhúsið Tórshavn.

4. september 2021 kl.: 19:00 Bygdarhúsið í Miðvági.

25. september 2021 SALT Tvøroyri.

Avlýsing

Vegna koronasmittu í landinum verður Harmonikukvøldið í Miðvági, sum skuldi verða tann 5. juni 2021, avlýst. Vit fara at royna at finna eina aðra tíð, tá til ber.

Jaspur

Spæliskrá fyri summarið 2021

Skráin fyri summarið og heystið 2021 sær soleiðis út ( fyribils ):

Spældu til felagssang fyri Tilhaldinum í Nólsoy týsdag 27. apríl 2021.

Spældu í Tilhaldinum í Tórshavn 04. mai 2021 kl. 10 í Müllers Pakkhúsi.

05. juni 2021: Bygdahúsið í Miðvági útsett til 4.sept.2021.

03. juli 2021 : Reinsaríið

17. juli 2021: Eydnan á Oyrabakka. Útsett til 13. nov.2021.

28. august 2021: Sjóleikarhúsið í Havn

25. september 2021: SALT Tvøroyri.

Aðalfundur 2021

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 14. apríl 2021 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum felagsins.

Viðtøkurnar eru tøkar á heimasíðu felagsins – HHF.fo – Felagið – Viðtøkur.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum av ásetta fundardegi. Um broyting verður, lýsa vit við t-posti til limirnar og á heimasíðu felagsins í so góðari tíð sum gjørligt.  

Vinarliga Vegna nevndina

Jaspur Petersen, formaður

Upptøka av løgum

Leingi hevur nevndin tosa um på festa okkara spæl og sang á band. Nú fara vit på Royna.

Fyrsta uppskotið um tíð er:

Leygardagin 13. mars 2021 kl. 09.00 í Tilhaldinum.

Milson kemur på standa fyri upptøkunum, sum koma på taka meginpartin av leygardegnum 13. Mars. Vónandi ber tað til hjá tykkum, Vit hittast annars mikudagar og tá ber til på koma við meiningum um og hugskotum til verkætlanina.

Vegna nevndina

Jaspur Petersen form.

Jólini 2020


Nevndin í Havnar Harmonikufelag ynskir øllum í felagnum eini

Gleðilig Jól og eitt Gott Nýggjár

við tøkk fyri tónleik, sang  og felagsskap í tí skjótt farna ári. 

Vh Nevndin 

Jólaborðhaldið 2020

Havnar Harmonikufelag hevur jólaborðhald í Tilhaldinum leygardagin 12. desember 2020 kl 19.

Koronaráðgevingin mælir til, at tað ikki verða fleiri enn 20 fólk til hvørt jólaborðhald í ár. Vit eru uml. 20 virknir spælarar og sangarar í felagnum, so vit avmarka okkum til hesar til jólaborðhaldið. Virknir spælarar merkir í hesum føri limir, sum hava spælt við okkum fyrr, ella spæla við okkum nú. Tíðan verri, eingir makar ella gestir við í ár.
Til ber at melda seg til jólaborðhaldið her, ella til ein av nevndarlimunum. Felagið heldur kostnaðin av jólaborðhaldinum.

Tórshavn 12. nov. 2020.
Nevndin í Havnar Harmonikufelag.

Fyribils skráin fyri juni – september 2020.

Í hesum koronatíðum er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at leggja nakra fasta ætlan fyri komandi mánaðarnar.

Tilmælini frá myndugleikunum, sum eru galdandi nú, og sum forða okkum í at hava nakran almennan harmonikudans ella felagssang, eru:

  • Fjarstøða 2 m ( 1 m ) millum fólk.
  • Í mesta lagi 100 fólk í bólki.
  • Skeinkistøð lata aftur kl 22.
  • At hava dans letur seg tí ikki gera.
  • Tað sigst, at tað at syngja gevur størri smittuvanda
    við dropasmittu, so felagssangur er einki gott hugskot nú.

Okkara manning er í búnum aldri, og tí skulu vit ansa okkum væl.

Tað, sum annars stóð á skránni hjá HHF komandi mánaðarnar, var:

  • 27. juni: Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum evt. við felagssangi. (Helst avlýst).
  • 25. juli: Bryggjudansur í Vágsbotni.( Ikki endaliga váttað ).
  • 28. juli: Ólavsøkuaftan á Vaglinum kl 16. ( Ikki váttað ).
  • 28.-30. august: Harmonikufestivalurin í Fuglafirði. ( Ikki endaliga váttað)
  • 26. sept. SALT á Tvøroyri. ( Ikki váttað)

Í hesum døgum kann nógv broytast skjótt, so vit mega bara fylgja við í teimum tilmælum, sum koma.

Tórshavn tann 15.mai 2020

V/ Nevndina í HHF.

Jaspur Petersen form.

Útsetti aðalfundurin 2020

Útsetti aðalfundurin í Havnar Harmonikufelag, upprunaliga lýstur 12. mars 2020 at verða 22. apríl 2020, verður nú hildin mikukvøldið 27. mai 2020 kl. 19 í Tilhaldinum, Tórsgøtu 21, Tórshavn. Skrá samb.viðtøkum felagsins.
Vegna nevndina
Jaspur Petersen form.