Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga

Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga. Heilsu- og politisku myndugleikarnir byrja nú at loysa upp fyri avmarkingum í sosialari samveru. Fyrst verða tey ungu og barnafamiljur frísett.

Vit eru í tí eldra endanum og mega meta okkara støðu sum eyka sárbara. Vit standa helst seinast í røðini av teimum sum verða sosialt frísett.

Tilmælini frá heilsumynduleikunum:

Verið heima

Haldið fjarstøðu 2 m.

Ikki meir enn 10 fólk í sama hópi.

Helst uttandura.

Reinførið.

Tað er umráðandi at halda hesi tilmæli og fylgja dagføringunum, so koronasmittan ikki røkkur okkum. Vit í Havnar Harmonikufelag ætla at byrja aftur, so skjótt tað ber til.

Vit boða frá við telduposti við hóskandi freist, nær venjingarnar byrja aftur.

Vegna nevndina

Jaspur Petersen