Fyribils skráin fyri juni – september 2020.
Í hesum koronatíðum er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at leggja nakra fasta ætlan fyri komandi mánaðarnar.
Tilmælini frá myndugleikunum, sum eru galdandi nú, og sum forða okkum í at hava nakran almennan harmonikudans ella felagssang, eru:
- Fjarstøða 2 m ( 1 m ) millum fólk.
- Í mesta lagi 100 fólk í bólki.
- Skeinkistøð lata aftur kl 22.
- At hava dans letur seg tí ikki gera.
- Tað sigst, at tað at syngja gevur størri smittuvanda
við dropasmittu, so felagssangur er einki gott hugskot nú.
Okkara manning er í búnum aldri, og tí skulu vit ansa okkum væl.
Tað, sum annars stóð á skránni hjá HHF komandi mánaðarnar, var:
- 27. juni: Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum evt. við felagssangi. (Helst avlýst).
- 25. juli: Bryggjudansur í Vágsbotni.( Ikki endaliga váttað ).
- 28. juli: Ólavsøkuaftan á Vaglinum kl 16. ( Ikki váttað ).
- 28.-30. august: Harmonikufestivalurin í Fuglafirði. ( Ikki endaliga váttað)
- 26. sept. SALT á Tvøroyri. ( Ikki váttað)
Í hesum døgum kann nógv broytast skjótt, so vit mega bara fylgja við í teimum tilmælum, sum koma.
Tórshavn tann 15.mai 2020
V/ Nevndina í HHF.
Jaspur Petersen form.