Isak

Havnar Harmonikufelag

Aðalfundur 2021

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 14. apríl 2021 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum felagsins.

Viðtøkurnar eru tøkar á heimasíðu felagsins – HHF.fo – Felagið – Viðtøkur.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum av ásetta fundardegi. Um broyting verður, lýsa vit við t-posti til limirnar og á heimasíðu felagsins í so góðari tíð sum gjørligt.  

Vinarliga Vegna nevndina

Jaspur Petersen, formaður

Jólini 2020


Nevndin í Havnar Harmonikufelag ynskir øllum í felagnum eini

Gleðilig Jól og eitt Gott Nýggjár

við tøkk fyri tónleik, sang  og felagsskap í tí skjótt farna ári. 

Vh Nevndin 

Jólaborðhaldið 2020

Havnar Harmonikufelag hevur jólaborðhald í Tilhaldinum leygardagin 12. desember 2020 kl 19.

Koronaráðgevingin mælir til, at tað ikki verða fleiri enn 20 fólk til hvørt jólaborðhald í ár. Vit eru uml. 20 virknir spælarar og sangarar í felagnum, so vit avmarka okkum til hesar til jólaborðhaldið. Virknir spælarar merkir í hesum føri limir, sum hava spælt við okkum fyrr, ella spæla við okkum nú. Tíðan verri, eingir makar ella gestir við í ár.
Til ber at melda seg til jólaborðhaldið her, ella til ein av nevndarlimunum. Felagið heldur kostnaðin av jólaborðhaldinum.

Tórshavn 12. nov. 2020.
Nevndin í Havnar Harmonikufelag.

Fyribils skráin fyri juni – september 2020.

Í hesum koronatíðum er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at leggja nakra fasta ætlan fyri komandi mánaðarnar.

Tilmælini frá myndugleikunum, sum eru galdandi nú, og sum forða okkum í at hava nakran almennan harmonikudans ella felagssang, eru:

  • Fjarstøða 2 m ( 1 m ) millum fólk.
  • Í mesta lagi 100 fólk í bólki.
  • Skeinkistøð lata aftur kl 22.
  • At hava dans letur seg tí ikki gera.
  • Tað sigst, at tað at syngja gevur størri smittuvanda
    við dropasmittu, so felagssangur er einki gott hugskot nú.

Okkara manning er í búnum aldri, og tí skulu vit ansa okkum væl.

Tað, sum annars stóð á skránni hjá HHF komandi mánaðarnar, var:

  • 27. juni: Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum evt. við felagssangi. (Helst avlýst).
  • 25. juli: Bryggjudansur í Vágsbotni.( Ikki endaliga váttað ).
  • 28. juli: Ólavsøkuaftan á Vaglinum kl 16. ( Ikki váttað ).
  • 28.-30. august: Harmonikufestivalurin í Fuglafirði. ( Ikki endaliga váttað)
  • 26. sept. SALT á Tvøroyri. ( Ikki váttað)

Í hesum døgum kann nógv broytast skjótt, so vit mega bara fylgja við í teimum tilmælum, sum koma.

Tórshavn tann 15.mai 2020

V/ Nevndina í HHF.

Jaspur Petersen form.

Útsetti aðalfundurin 2020

Útsetti aðalfundurin í Havnar Harmonikufelag, upprunaliga lýstur 12. mars 2020 at verða 22. apríl 2020, verður nú hildin mikukvøldið 27. mai 2020 kl. 19 í Tilhaldinum, Tórsgøtu 21, Tórshavn. Skrá samb.viðtøkum felagsins.
Vegna nevndina
Jaspur Petersen form.

Vit byrja aftur mikukvøldið 6. mai 2020 kl. 19:00

Hey tit

Nú byrja vit aftur við harmonikuspæli í Tilhaldinum. Byrja verður mikukvøldið 6.mai. 2020 kl 19.
Vit hava fingið grønt  ljós frá koronaráðgevingini við tí treyt, at vit halda tilmælið um 2m fjarstøðu, og annars halda øll tilmæli móti koronasmittu.
Vit koma tí at sita meira spjaddir og spæla, nakað sum vit fara at finna fram til fyrsta kvøldið, hvussu tað skal vera.
Kaffi/The drekka vit á tí staðnum vit sita og spæla, har ein ella tveir mans ganga runt og skeinkja.
So man tað fara at laga seg sum fragast.
Gleði meg at síggja tykkum aftur.
Vegna nevndina
Jaspur Petersen

 

Aðalfundurin útsettur

Aðalfundurin í Havnar Harmonikufelag, sum lýstur var at verða tann 22. apríl 2020, er útsettur grunda á almenn tilmæli frá heilsumyndugleikum móti koronasmittu. Lýst verður á heimasíðu felagsins (hhf.fo) og við telduposti, so skjótt til ber at hava aðalfund aftur. 

Vegna nevndina
Jaspur Petersen, form.

 

Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga

Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga. Heilsu- og politisku myndugleikarnir byrja nú at loysa upp fyri avmarkingum í sosialari samveru. Fyrst verða tey ungu og barnafamiljur frísett.

Vit eru í tí eldra endanum og mega meta okkara støðu sum eyka sárbara. Vit standa helst seinast í røðini av teimum sum verða sosialt frísett.

Tilmælini frá heilsumynduleikunum:

Verið heima

Haldið fjarstøðu 2 m.

Ikki meir enn 10 fólk í sama hópi.

Helst uttandura.

Reinførið.

Tað er umráðandi at halda hesi tilmæli og fylgja dagføringunum, so koronasmittan ikki røkkur okkum. Vit í Havnar Harmonikufelag ætla at byrja aftur, so skjótt tað ber til.

Vit boða frá við telduposti við hóskandi freist, nær venjingarnar byrja aftur.

Vegna nevndina

Jaspur Petersen

Aðalfundur 2020

Til limirnar í Havnar Harmonikufelag – HHF.

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 22. apríl 2020 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkunum felagsins.
Viðtøkurnar eru tøkar á heimasíðu felagsins – HHF.fo – Felagið – Viðtøkur.
Ein nevndarlimur og ein eykanevndarlimur standa fyri vali.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum av ásetta fundardegi. Um broyting verður, lýsa vit við t-posti til limirnar og á heimasíðu felagsins í so góðari tíð sum gjørligt.
Vinarliga
Vegna nevndina
Jaspur Petersen form.
Havnar Harmonikufelag kemur 29. februar 2020 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í SALT á Tvøroyri.
Byrjað verður kl. 20.
Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur, seinni partur av kvøldinum verður dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Her er gilt høvi til eitt hugna-, sang-, og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.