Ikke-kategoriseret
HHF september 2026

Vit síggjast í SALT 31. oktober 2026 til Oktoberfest
og í
Dansistovuni í Sørvági til felagssang og dans 14. november 2026
Kundi tú hugsa tær at vit spældu til eitt hvørt tiltak hjá tær, so set teg í samband við okkum á formadur@hhf.fo
Aðalfundur 2026

Vegna forfall er aðalfund 22. apríl 2026 kl.: 19:00 í Tilhaldinum, Tórsgøta 21, 100 Tórshavn, útsettur til 29. apríl somu tíð sama stað. Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Konsertir á Eldraheimum
Vit hava fingið áheitan um at spæla á nøkrum stovnum í kommununi.
30. mars kl. 17:00 á Boðanesheiminum
31. mars kl. 17:00 á Lágargarði
9. apríl kl. 17:00 á Tjarnargarði
10. apríl kl. 17:00 í Vallalíð
Stovnarnir ynskja at vit møta einir 5 – 6 tónleikarar og spæla í 40-45 minuttir. Vit møta ein hálvan tíma áðrenn (kl. 16:30).
Vit skipa okkum mikukvøldið 18. mars.
Nevndin

Wearward HO á ólavsøku 2025
Tiltakið umborð á Westward Ho á ólavsøku eydnaðist væl og vit eru longu bílagdir til ólavsøkuna 2026.

DK ferðin 2025

Frá 5. juni til 9. juni verða 14 limir í felagnum á danmarkarferð. Skráin fyri túrin:
6. juni kl. 18:30 spæla vit á Ishøj Harmonika Festival.

7. juni spæla vit til veitslu hjá “Føringafelag í vestur Sælandi”, ið verður hildin í “Slaglille Bjernede Forsamlingshus”. Vit gleða okkum.


8. juni kl. 15:00 spæla vit á “Patienthotel Tórshavn”.

Aðalfundur 2025

Boða verður til aðalfund 9. apríl 2025 kl.: 19:00 í Tilhaldinum,
Tórsgøta 21, 100 Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
2024
Gleðilig jól og gott nýggjár.

Felagssangur og dansur í november 2024

Felagssangur og dansur
Felagssangur og dansur í Reinsarínum 20. juli 2024 kl. 19 – 24.

Aðalfundur 17. apríl 2024
Boða verður til aðalfundar í Havnar Harmonikufelag mikudagin 17. apríl 2024 kl. 19.00 í Tilhaldinum.
Skrá sambært viðtøkum felsgsins. Viðtøkur felagsins eru at finna á heimasíðuni hhf.fo undir “Felagið”.
Mál frá limunum, ið skulu til atkvøðu á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagið 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Tveir nevndarlimir standa fyri valið og teir eru: Gorg Egholm, Stig Thomassen.
Eykanevndarlimur stendur fyri valið hvørt ár. Núverðandi eykanenvdarlimur er: Jens Erik Hansen.
Møtið fjølment.
Nevndin
Ísak, Georg og Stig
