Tíðindir

1 2 3 5

Aðalfundur 2026

Boðað verður til aðalfund 22. apríl 2026 kl.: 19:00 í Tilhaldinum, Tórsgøta 21, 100 Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Nevndin

Konsertir á Eldraheimum

Vit hava fingið áheitan um at spæla á nøkrum stovnum í kommununi.

30. mars kl. 17:00 á Boðanesheiminum

31. mars kl. 17:00 á Lágargarði

9. apríl kl. 17:00 á Tjarnargarði

10. apríl kl. 17:00 í Vallalíð

Stovnarnir ynskja at vit møta einir 5 – 6 tónleikarar og spæla í 40-45 minuttir. Vit møta ein hálvan tíma áðrenn (kl. 16:30).

Vit skipa okkum mikukvøldið 18. mars.

Nevndin

DK ferðin 2025

Frá 5. juni til 9. juni verða 14 limir í felagnum á danmarkarferð. Skráin fyri túrin:

6. juni kl. 18:30 spæla vit á Ishøj Harmonika Festival.

Ishøj Harmonika Festival 2025

7. juni spæla vit til veitslu hjá “Føringafelag í vestur Sælandi”, ið verður hildin í “Slaglille Bjernede Forsamlingshus”. Vit gleða okkum.

8. juni kl. 15:00 spæla vit á “Patienthotel Tórshavn”.

Aðalfundur 2025

Boða verður til aðalfund 9. apríl 2025 kl.: 19:00 í Tilhaldinum,
Tórsgøta 21, 100 Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Nevndin

Aðalfundur 17. apríl 2024

Boða verður til aðalfundar í Havnar Harmonikufelag mikudagin 17. apríl 2024 kl. 19.00 í Tilhaldinum.

Skrá sambært viðtøkum felsgsins. Viðtøkur felagsins eru at finna á heimasíðuni hhf.fo undir “Felagið”.

Mál frá limunum, ið skulu til atkvøðu á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagið 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Tveir nevndarlimir standa fyri valið og teir eru: Gorg Egholm, Stig Thomassen.

Eykanevndarlimur stendur fyri valið hvørt ár. Núverðandi eykanenvdarlimur er: Jens Erik Hansen.

Møtið fjølment.

Nevndin

Ísak, Georg og Stig

Reinsaríi 17. februar 2024 kl. 19:00

Havnar Harmonikufelag skipar fyri felagssangi og dansi í Reinsarínum leygardagin 17. februar 2024 kl. 19:00.

Sangløtan verður í ein tíma ella so. Í steðginum fara nakrir bólkar at spæla nøkur løg og onkrar góðar skemtisøgur verða at hoyra. Aftaná dansa vit til glaðar harmonikutónar til kl. 23:00.

Barrin verður opin, har tú fært ymiskt at leska góman við.

Kostnaður er: kr. 150,-, ið kann gjaldast á Reinsaríið – Tórsgøta (torsgota.fo), ella við dyrnar.

1 2 3 5