Tíðindir

Aðalfundurin útsettur

Aðalfundurin í Havnar Harmonikufelag, sum lýstur var at verða tann 22. apríl 2020, er útsettur grunda á almenn tilmæli frá heilsumyndugleikum móti koronasmittu. Lýst verður á heimasíðu felagsins (hhf.fo) og við telduposti, so skjótt til ber at hava aðalfund aftur. 

Vegna nevndina
Jaspur Petersen, form.

 

Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga

Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga. Heilsu- og politisku myndugleikarnir byrja nú at loysa upp fyri avmarkingum í sosialari samveru. Fyrst verða tey ungu og barnafamiljur frísett.

Vit eru í tí eldra endanum og mega meta okkara støðu sum eyka sárbara. Vit standa helst seinast í røðini av teimum sum verða sosialt frísett.

Tilmælini frá heilsumynduleikunum:

Verið heima

Haldið fjarstøðu 2 m.

Ikki meir enn 10 fólk í sama hópi.

Helst uttandura.

Reinførið.

Tað er umráðandi at halda hesi tilmæli og fylgja dagføringunum, so koronasmittan ikki røkkur okkum. Vit í Havnar Harmonikufelag ætla at byrja aftur, so skjótt tað ber til.

Vit boða frá við telduposti við hóskandi freist, nær venjingarnar byrja aftur.

Vegna nevndina

Jaspur Petersen

Aðalfundur 2020

Til limirnar í Havnar Harmonikufelag – HHF.

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 22. apríl 2020 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkunum felagsins.
Viðtøkurnar eru tøkar á heimasíðu felagsins – HHF.fo – Felagið – Viðtøkur.
Ein nevndarlimur og ein eykanevndarlimur standa fyri vali.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum av ásetta fundardegi. Um broyting verður, lýsa vit við t-posti til limirnar og á heimasíðu felagsins í so góðari tíð sum gjørligt.
Vinarliga
Vegna nevndina
Jaspur Petersen form.
Havnar Harmonikufelag kemur 29. februar 2020 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í SALT á Tvøroyri.
Byrjað verður kl. 20.
Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur, seinni partur av kvøldinum verður dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Her er gilt høvi til eitt hugna-, sang-, og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.