Tíðindir

Aðalfundur 17. apríl 2024

Boða verður til aðalfundar í Havnar Harmonikufelag mikudagin 17. apríl 2024 kl. 19.00 í Tilhaldinum.

Skrá sambært viðtøkum felsgsins. Viðtøkur felagsins eru at finna á heimasíðuni hhf.fo undir “Felagið”.

Mál frá limunum, ið skulu til atkvøðu á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagið 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Tveir nevndarlimir standa fyri valið og teir eru: Gorg Egholm, Stig Thomassen.

Eykanevndarlimur stendur fyri valið hvørt ár. Núverðandi eykanenvdarlimur er: Jens Erik Hansen.

Møtið fjølment.

Nevndin

Ísak, Georg og Stig

Reinsaríi 17. februar 2024 kl. 19:00

Havnar Harmonikufelag skipar fyri felagssangi og dansi í Reinsarínum leygardagin 17. februar 2024 kl. 19:00.

Sangløtan verður í ein tíma ella so. Í steðginum fara nakrir bólkar at spæla nøkur løg og onkrar góðar skemtisøgur verða at hoyra. Aftaná dansa vit til glaðar harmonikutónar til kl. 23:00.

Barrin verður opin, har tú fært ymiskt at leska góman við.

Kostnaður er: kr. 150,-, ið kann gjaldast á Reinsaríið – Tórsgøta (torsgota.fo), ella við dyrnar.

Aðalfundur 2023

Aðalfundur 2023

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 26. apríl
2023 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.


Skrá sambart viðtøkum felagsins:
1.Val av orðstýrara og fundarskrivara
2.Formaðurin greiðir frá farna ári
3.Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4.Val av nevnd og eykanevndarlimi
5.Val av grannskoðara
6.Ásetan av limagjaldi
7.Innkomin mál
8.Ymiskt


Á heimasíðu felagsins HHF.fo og undir “Felagið” finnast viðtøkurnar.


Tveir nevndarlimir, Jaspur Petersen og Georg Egholm, og ein
eykanevndarlimur, Ísak Jacobsen, standa fyri vali.


Jaspur Petersen boðar frá, at hann tekur ikki við vali hesa ferð.

Tórshavn tann 25.mars 2023.

Nevndin
Jaspur, Stig og Georg.

HHF-Jólaborðhald

Vit bjóða limun vælkomin til  jólaborðhaldið hjá Havnar Harmonikufelag fríggjakvøldið 2. desember 2022, kl.19.30 í Tilhaldinum. Vit bjóða makum ella einum gesti við. Takið ljóðførini við.

Hjartaliga vælkomin og Gleðilig Jól.

Nevndin.

Ingibjartur Madsen heiðurslimur í HH

27. oktober 2022 vóru vit á vitjan á Mørkini í Hvalvík fyri at heilsa uppá Ingibjart, sum nú býr har saman við konuni. Ingibjartur hevur gjørt eitt megnar arbeiðið fyri felagið og hevur fest á blað og gjørt teldutøk meira enn 400 løg. Hesin skattur er nú tøkur hjá verðandi og komandi limun í Havnar Harmonikufelag. Fitt av fólkið var komið saman til hesa sang og hugnaløtu. Formaðurin, Jaspur Petersen nýtti hetta høvið til at handa Ingibjart heiðursbræv og mynd av tónleikabólkinum hjá Havnar Harmonikufelag. Ingibjartur var glaður og rørdur fyri heiðurin og takkaði fyri.

Ishøj Harmonikafestival

Skráin fyri tiltakið “Ishøj Harmonikafestival” er løgd.

Vit skulu á pallin fríggjakvøldið 10. juni kl. 20:45.

Eingin myndalýsing er tøk

Aðalfundur

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 13.apríl

2022 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.

Skrá sambart viðtøkum felagsins:

1.Val av orðstýrara og fundarskrivara

2.Formaðurin greiðir frá farna ári

3.Framløga av grannskoðaðum roknskapi

4.Val av nevnd og eykanevndarlimi

5.Val av grannskoðara

6.Ásetan av limagjaldi

7.Innkomin mál

8.Ymiskt

Á heimasíðu felagsins HHF.fo og undir “Felagið” finnast viðtøkurnar.

Ein nevndarlimur – Stig Thomassen – og ein eykanevndarlimur – Jens Erik Hansen – standa fyri vali.

Tórshavn tann 16. mars 2022.

V/ Nevndina í Havnar Harmonikufelag

Jaspur, Stig og Georg,

Komandi tiltøk

Koronaavmarkingar hava gjørt tað trupult at áseta dag til borðhaldið hjá HHF. Nú er avmarkað til  100 fólk, sum kunnu samlast við ella uttan koronapass, so har rúmast vit væl og virðiliga.

Vit royna aftur og áseta dagin til ársveitsluna ( jólaborðhaldið), at vera leygarkvøldið tann 5. februar kl.19 í Tilhaldinum. 

Tit, sum meldaðu luttøku til jólaborðhaldið áðrenn jól, eru eisini tilmeldað til 5. februar, um ikki avboð er givið. Tað ber væl til at melda luttøku enn. Maki ella gestur er vælkomin við.

Vit hava opið hús mikukvøldið 26. januar kl. 20.30 til 21.30 til hugna og dans. Annars er kvøldið eitt vanligt venjingarkvøld.

HHF spælir til tað útsettu jólaveitsluna hjá Tilhaldinum 12. februar. kl 18 í Dansifrøi. + Hvíta skjúrtu og slips.

Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum sum skuldi verða 29. januar er avlýstur.

Okkara spæl og sangur er treytaður av, hvør koronaráðgeving verður til ta tíð.

Vegna nevndina

Georg, Stig og Jaspur.