Gleðilig Jól og Gott Nýggjár

Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg, halda vit í nevndini tað verða skilabest at steðga á við spæli og sangi. Vit hugsa okkum at byrja aftur seinnu helvt av januar 2022. Boðað verður frá við t-posti, tá vit koma út í januar 2022.

Jólaborðhaldið hjá HHF í Tilhaldinum, sum bleiv útsett, fara vit at royna at hava i seinnu helvt av januar 2022. í uppskoti eru 22. ella 29. januar.

Mikukvøldið 26. januar 2022 verður opið hús við harmonikuhugna og dansi ein tíma frá kl 20.30 til 21.30.

Alt velst um koronastøðuna í landinum til ta tíð.

Fyristøðumaðurin í Tilhaldinum Eirikur Suni hevur boðað frá, at tað útsetta jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum nú er sett til leygarkvøldið tann 12. februar 2022 í Dansifrøi. Vit eru bidnir um at spæla til borðhald og dans.

Nevndin ynskir øllum spælarum og sangarum, limum í Havnar Harmonikufelag og tykkara kæru eini Gleðilig Jól og Gott Nýggjár við tøkk fyri alt í tí farna ári.

Vinarliga

Nevndin

V/ Stig, Georg og Jaspur