Formadur
Aðalfundur
Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 13.apríl
2022 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.
Skrá sambart viðtøkum felagsins:
1.Val av orðstýrara og fundarskrivara
2.Formaðurin greiðir frá farna ári
3.Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4.Val av nevnd og eykanevndarlimi
5.Val av grannskoðara
6.Ásetan av limagjaldi
7.Innkomin mál
8.Ymiskt
Á heimasíðu felagsins HHF.fo og undir “Felagið” finnast viðtøkurnar.
Ein nevndarlimur – Stig Thomassen – og ein eykanevndarlimur – Jens Erik Hansen – standa fyri vali.
Tórshavn tann 16. mars 2022.
V/ Nevndina í Havnar Harmonikufelag
Jaspur, Stig og Georg,
Komandi tiltøk
Koronaavmarkingar hava gjørt tað trupult at áseta dag til borðhaldið hjá HHF. Nú er avmarkað til 100 fólk, sum kunnu samlast við ella uttan koronapass, so har rúmast vit væl og virðiliga.
Vit royna aftur og áseta dagin til ársveitsluna ( jólaborðhaldið), at vera leygarkvøldið tann 5. februar kl.19 í Tilhaldinum.
Tit, sum meldaðu luttøku til jólaborðhaldið áðrenn jól, eru eisini tilmeldað til 5. februar, um ikki avboð er givið. Tað ber væl til at melda luttøku enn. Maki ella gestur er vælkomin við.
Vit hava opið hús mikukvøldið 26. januar kl. 20.30 til 21.30 til hugna og dans. Annars er kvøldið eitt vanligt venjingarkvøld.
HHF spælir til tað útsettu jólaveitsluna hjá Tilhaldinum 12. februar. kl 18 í Dansifrøi. + Hvíta skjúrtu og slips.
Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum sum skuldi verða 29. januar er avlýstur.
Okkara spæl og sangur er treytaður av, hvør koronaráðgeving verður til ta tíð.
Vegna nevndina
Georg, Stig og Jaspur.
Gleðilig Jól og Gott Nýggjár
Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg, halda vit í nevndini tað verða skilabest at steðga á við spæli og sangi. Vit hugsa okkum at byrja aftur seinnu helvt av januar 2022. Boðað verður frá við t-posti, tá vit koma út í januar 2022.
Jólaborðhaldið hjá HHF í Tilhaldinum, sum bleiv útsett, fara vit at royna at hava i seinnu helvt av januar 2022. í uppskoti eru 22. ella 29. januar.
Mikukvøldið 26. januar 2022 verður opið hús við harmonikuhugna og dansi ein tíma frá kl 20.30 til 21.30.
Alt velst um koronastøðuna í landinum til ta tíð.
Fyristøðumaðurin í Tilhaldinum Eirikur Suni hevur boðað frá, at tað útsetta jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum nú er sett til leygarkvøldið tann 12. februar 2022 í Dansifrøi. Vit eru bidnir um at spæla til borðhald og dans.
Nevndin ynskir øllum spælarum og sangarum, limum í Havnar Harmonikufelag og tykkara kæru eini Gleðilig Jól og Gott Nýggjár við tøkk fyri alt í tí farna ári.
Vinarliga
Nevndin
V/ Stig, Georg og Jaspur
Tiltøk upp til jóla
Nú byrja HHF-kvøldini aftur í Tilhaldinum. Komandi mikukvøld tann 24. november er seinasta mikukvøld í november mánaða í ár, og tá gera vit álvara av ætlanini um at hava opið hús í Tilhaldinum ein tíma frá 20.30 til 21.30 til hugna og dans, meðan vit spæla og syngja.
Hóskvøldið 9. desember eru vit bidnir um at spæla til jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum, sum verður í Dansifrøi og byrjar kl. 18. Vónandi kunnu teir flestu verða við.
Vit hava fingið nokk so góða undirtøku til jólaborðhaldið hjá HHF 11. desember kl.19 í Tilhaldinum, men enn er onkur, sum helst fer at koma við, men kanska hevur gloymt at melda til. Hetta er ein varlig áminning. Tó so, tað ber eisini til at koma til jólaborðhaldið, um ein ikki hevur meldað til enn, men ger tað seinni, eventuelt munnliga nakrar dagar áðrenn borðhaldið.
Tiltøkini hjá okkum eru treytaði av, at koronasmittan í landinum ikki er á smittustigi 3, teir dagarnar vit ætla at hittast. Nevndin roknar við, at allir aktivir HHF-arar eru koppsettir minst tvær ferðir fyri korona og kunnu vísa framm koronapass, um biðið verður um tað. Um onkur ikki er koppsettur, verður hann biðin um at lata seg koronatesta í fyrsta lagi 72 tímar, áðrenn vit spæla og í seinasta lagi dagin fyri, vit spæla. Hetta verður eisini galdandi fyri gestirnar til dansikvøldið og til jólaborðhaldið. Annars verða almennu tilmælini fylgd.
Vinarliga
Nevndin.
Avlýsing
Vegna koronastøðuna í landinum og almennu tilmælunum avlýsir Havnar Harmonikufelag venjingina mikukvøldið, tann 3. november 2021, kl.: 19:00 í Tilhaldinum.
Tiltakið opið hús er tí eisini avlýst 3. november 2021. Vit taka støðu viku fyri viku.
Nevndin
Opið hús tá HHF venur flutt til 3. november.
Havnar Harmonikufelag opnar dyrnar.
Havnar Harmonikufelag opnar dyrnar í Tilhaldinum, tá vit venja, fyri pensjónistum og áhugaðum til harmonikuhugna ein tíma seinasta mikukvøld í hvørjum mánaða kl. 20:30 til kl. 21:30. Hesin tímin er mest ætlaður pensjónistum, sum á henda hátt kunnu fáa sær eina hugnaløtu við harmonikutónleiki v.m. og møguliga enskum dansi ta løtuna. Tað kostar einki at koma inn. Kaffi og okkurt søtt undir tonnina verður at fáa til keyps. Fyrstu kvøldini verða 3. november og 24.november. Í desember verður einki. Vit rokna við at soleiðis verður opið hús framyvir – seinasta mikukvøld í hvørjum mánaða ein tíma frá kl. 20:30 til kl. 21:30.
Tórshavn tann 18. oktober 2021
Havnar Harmonikufelag.
Jólaveitslan hjá HHF
Í ár verður jólaveitslan hjá Havnar Harmonikufelag tann 11. december 2021 kl. 19 í Tilhaldinum. Í ár bjóða vit makunum við. Teir sum ikki hava maka eru vælkomnir at hava ein gest við.
Nevndin
Eyka aðalfundur
Nevndin boðar til eyka aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøld 29. sept. 2021 kl 19 í Tilhaldinum sambart grein 4 í viðtøkum felagssins.
Eittans mál á skránni og tað er val av grannskoðara.
Skrá: 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
2 Val av grannskoðara
3 ymiskt.
Nevndin fyri Havnar Harmonikufelag.
Harmonikukvøld í Miðvági
Havnar Harmonikufelag kemur leygdardagin 04. september 2021 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Bygdahúsinum í Miðvági. Byrjað verður kl. 20. Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður mest felagssangur. Seinni partur av kvøldinum verður dansur.
Vit halda á til uml. midnátt.
Harmonikukvøld í Miðvági
Havnar Harmonikufelag kemur leygdardagin 04. september 2021
vi› mannsterkum harmonikkuliði, saman við gitar, bass og
sangarum, at spæla til felagssang og dans í Bygdahúsinum í
Mi›vági. Byrja› ver›ur kl. 20.
Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at
fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend
fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður mest felagssangur.
Seinni partur av kvøldinum ver›ur dansur.
Vit halda á til uml. midnátt.