Isak

Havnar Harmonikufelag

Aðalfundur 2020

Til limirnar í Havnar Harmonikufelag – HHF.

Boðað verður til aðalfund í Havnar Harmonikufelag mikukvøldið 22. apríl 2020 kl.19 í Tilhaldinum í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkunum felagsins.
Viðtøkurnar eru tøkar á heimasíðu felagsins – HHF.fo – Felagið – Viðtøkur.
Ein nevndarlimur og ein eykanevndarlimur standa fyri vali.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum av ásetta fundardegi. Um broyting verður, lýsa vit við t-posti til limirnar og á heimasíðu felagsins í so góðari tíð sum gjørligt.
Vinarliga
Vegna nevndina
Jaspur Petersen form.
Havnar Harmonikufelag kemur 29. februar 2020 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í SALT á Tvøroyri.
Byrjað verður kl. 20.
Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur, seinni partur av kvøldinum verður dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Her er gilt høvi til eitt hugna-, sang-, og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.