Jólaborðhaldið 2020
Havnar Harmonikufelag hevur jólaborðhald í Tilhaldinum leygardagin 12. desember 2020 kl 19.
Koronaráðgevingin mælir til, at tað ikki verða fleiri enn 20 fólk til hvørt jólaborðhald í ár. Vit eru uml. 20 virknir spælarar og sangarar í felagnum, so vit avmarka okkum til hesar til jólaborðhaldið. Virknir spælarar merkir í hesum føri limir, sum hava spælt við okkum fyrr, ella spæla við okkum nú. Tíðan verri, eingir makar ella gestir við í ár.
Til ber at melda seg til jólaborðhaldið her, ella til ein av nevndarlimunum. Felagið heldur kostnaðin av jólaborðhaldinum.
Tórshavn 12. nov. 2020.
Nevndin í Havnar Harmonikufelag.
Fyribils skráin fyri juni – september 2020.
Í hesum koronatíðum er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at leggja nakra fasta ætlan fyri komandi mánaðarnar.
Tilmælini frá myndugleikunum, sum eru galdandi nú, og sum forða okkum í at hava nakran almennan harmonikudans ella felagssang, eru:
- Fjarstøða 2 m ( 1 m ) millum fólk.
- Í mesta lagi 100 fólk í bólki.
- Skeinkistøð lata aftur kl 22.
- At hava dans letur seg tí ikki gera.
- Tað sigst, at tað at syngja gevur størri smittuvanda
við dropasmittu, so felagssangur er einki gott hugskot nú.
Okkara manning er í búnum aldri, og tí skulu vit ansa okkum væl.
Tað, sum annars stóð á skránni hjá HHF komandi mánaðarnar, var:
- 27. juni: Harmonikudansur í Sjónleikarhúsinum evt. við felagssangi. (Helst avlýst).
- 25. juli: Bryggjudansur í Vágsbotni.( Ikki endaliga váttað ).
- 28. juli: Ólavsøkuaftan á Vaglinum kl 16. ( Ikki váttað ).
- 28.-30. august: Harmonikufestivalurin í Fuglafirði. ( Ikki endaliga váttað)
- 26. sept. SALT á Tvøroyri. ( Ikki váttað)
Í hesum døgum kann nógv broytast skjótt, so vit mega bara fylgja við í teimum tilmælum, sum koma.
Tórshavn tann 15.mai 2020
V/ Nevndina í HHF.
Jaspur Petersen form.
Útsetti aðalfundurin 2020
Vit byrja aftur mikukvøldið 6. mai 2020 kl. 19:00
Hey tit
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundurin í Havnar Harmonikufelag, sum lýstur var at verða tann 22. apríl 2020, er útsettur grunda á almenn tilmæli frá heilsumyndugleikum móti koronasmittu. Lýst verður á heimasíðu felagsins (hhf.fo) og við telduposti, so skjótt til ber at hava aðalfund aftur.
Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga
Samfelagið verður nú opnað aftur varisliga. Heilsu- og politisku myndugleikarnir byrja nú at loysa upp fyri avmarkingum í sosialari samveru. Fyrst verða tey ungu og barnafamiljur frísett.
Vit eru í tí eldra endanum og mega meta okkara støðu sum eyka sárbara. Vit standa helst seinast í røðini av teimum sum verða sosialt frísett.
Tilmælini frá heilsumynduleikunum:
Verið heima
Haldið fjarstøðu 2 m.
Ikki meir enn 10 fólk í sama hópi.
Helst uttandura.
Reinførið.
Tað er umráðandi at halda hesi tilmæli og fylgja dagføringunum, so koronasmittan ikki røkkur okkum. Vit í Havnar Harmonikufelag ætla at byrja aftur, so skjótt tað ber til.
Vit boða frá við telduposti við hóskandi freist, nær venjingarnar byrja aftur.
Vegna nevndina
Jaspur Petersen
Aðalfundur 2020
Til limirnar í Havnar Harmonikufelag – HHF.