Ikke-kategoriseret

Gleðilig Jól og Gott Nýggjár

Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg, halda vit í nevndini tað verða skilabest at steðga á við spæli og sangi. Vit hugsa okkum at byrja aftur seinnu helvt av januar 2022. Boðað verður frá við t-posti, tá vit koma út í januar 2022.

Jólaborðhaldið hjá HHF í Tilhaldinum, sum bleiv útsett, fara vit at royna at hava i seinnu helvt av januar 2022. í uppskoti eru 22. ella 29. januar.

Mikukvøldið 26. januar 2022 verður opið hús við harmonikuhugna og dansi ein tíma frá kl 20.30 til 21.30.

Alt velst um koronastøðuna í landinum til ta tíð.

Fyristøðumaðurin í Tilhaldinum Eirikur Suni hevur boðað frá, at tað útsetta jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum nú er sett til leygarkvøldið tann 12. februar 2022 í Dansifrøi. Vit eru bidnir um at spæla til borðhald og dans.

Nevndin ynskir øllum spælarum og sangarum, limum í Havnar Harmonikufelag og tykkara kæru eini Gleðilig Jól og Gott Nýggjár við tøkk fyri alt í tí farna ári.

Vinarliga

Nevndin

V/ Stig, Georg og Jaspur

Tiltøk upp til jóla

Nú byrja HHF-kvøldini aftur í Tilhaldinum. Komandi mikukvøld tann 24. november er seinasta mikukvøld í november mánaða í ár, og tá gera vit álvara av ætlanini um at hava opið hús í Tilhaldinum ein tíma frá 20.30 til 21.30 til hugna og dans, meðan vit spæla og syngja.

Hóskvøldið 9. desember eru vit bidnir um at spæla til jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum, sum verður í Dansifrøi og byrjar kl. 18. Vónandi kunnu teir flestu verða við. 

Vit hava fingið nokk so góða undirtøku til jólaborðhaldið  hjá HHF 11. desember kl.19 í Tilhaldinum, men enn er onkur, sum helst fer at  koma við, men kanska hevur gloymt at melda til. Hetta er ein varlig áminning. Tó so, tað ber eisini til at koma til jólaborðhaldið, um ein ikki hevur meldað til enn, men ger tað seinni, eventuelt munnliga nakrar dagar áðrenn borðhaldið. 

Tiltøkini hjá okkum eru treytaði av, at koronasmittan í landinum ikki er á smittustigi 3, teir dagarnar vit ætla at hittast. Nevndin roknar við, at allir aktivir HHF-arar eru koppsettir minst tvær ferðir fyri korona og kunnu vísa framm koronapass, um biðið verður um tað. Um onkur ikki er koppsettur, verður hann biðin um at lata seg koronatesta í fyrsta lagi 72 tímar, áðrenn vit spæla og í seinasta lagi dagin fyri, vit spæla. Hetta verður eisini galdandi fyri gestirnar til dansikvøldið og til jólaborðhaldið. Annars verða almennu tilmælini fylgd.

Vinarliga
Nevndin.

Avlýsing

Vegna koronastøðuna í landinum og almennu tilmælunum avlýsir Havnar Harmonikufelag venjingina  mikukvøldið, tann 3. november 2021, kl.: 19:00 í Tilhaldinum.

Tiltakið opið hús er tí eisini avlýst 3. november 2021. Vit taka støðu viku fyri viku.

Nevndin

Opið hús tá HHF venur flutt til 3. november.

Havnar Harmonikufelag opnar dyrnar.

Havnar Harmonikufelag opnar dyrnar í Tilhaldinum, tá vit venja, fyri  pensjónistum og áhugaðum til harmonikuhugna ein tíma seinasta mikukvøld í hvørjum mánaða kl. 20:30 til kl. 21:30.  Hesin tímin  er mest ætlaður  pensjónistum, sum á henda hátt kunnu fáa sær eina hugnaløtu við harmonikutónleiki v.m. og møguliga enskum dansi ta løtuna. Tað kostar einki at koma inn. Kaffi og okkurt søtt undir tonnina verður at fáa til keyps. Fyrstu kvøldini verða 3. november og  24.november. Í desember verður einki. Vit rokna við at soleiðis verður opið hús  framyvir – seinasta mikukvøld í hvørjum mánaða ein tíma frá kl. 20:30 til kl. 21:30.

Tórshavn tann 18. oktober 2021

Havnar Harmonikufelag.

Jólaveitslan hjá HHF

Í ár verður jólaveitslan hjá Havnar Harmonikufelag tann 11. december 2021 kl. 19 í Tilhaldinum. Í ár bjóða vit makunum við. Teir sum ikki hava maka eru vælkomnir at hava ein gest við.

Nevndin

Harmonikukvøld í Miðvági

Havnar Harmonikufelag kemur leygdardagin 04. september 2021 við mannsterkum harmonikuliði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Bygdahúsinum í Miðvági. Byrjað verður kl. 20. Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður mest felagssangur. Seinni partur av kvøldinum verður dansur.

Vit halda á til uml. midnátt.

Harmonikukvøld í Miðvági

Havnar Harmonikufelag kemur leygdardagin 04. september 2021

vi› mannsterkum harmonikkuliði, saman við gitar, bass og

sangarum, at spæla til felagssang og dans í Bygdahúsinum í

Mi›vági. Byrja› ver›ur kl. 20.

Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at

fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend

fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður mest felagssangur.

Seinni partur av kvøldinum ver›ur dansur.

Vit halda á til uml. midnátt.